Rasmus kom inn og avgjørdi
Hósdagur, 16. mai 2013 07:30

B36 vann undirhaldandi 1. deildardystin ímóti Skála á heimavølli mikukvøldið. Úrslitið gjørdist 3-2 til B36, sum fekk sigursmálið í síðstu løtu við brotssparki frá Rasmusi Dan Sørensen

 

Tað gjørdist ein málríkur dystur, tá ið uppflytingaraspirantarnir av Skála vitjaðu mikukvøldið, og spenningurin helt sær til síðsta minutt.

Tað var tó B36, sum sat á dystinum í fyrra hálvleiki. Fyrst var Jákup Toftum Joensen hægstur eftir innlegg og stútaði heimaliðið framum eftir tjúgu minuttir. Jákup, ið ikki er serliga hávaksin, er vandamikil við høvdinum, tí hann skallaði eisini mál á Tvøroyri sunnudagin.

Eftir hálvan tíma gjørdist 2-0, tá ið Gilli Sørensen hevði síðsta fótin á einum innleggi tætt undir málinum. Tá farið varð til hálvleiks bendi alt á, at B36 fór at vinna tryggan sigur. Men tankin um fyrra dystin spøkti alla tíðina, tá ið B36 eisini førdi við tveimum, men mátti taka til takkar við 2-2 javnleiki.

Sum seinni hálvleikur gekk, bendi einki á, at Skála fór at svara aftur, men tá tjúgu minuttir vóru eftir, fór Skála at ressast. Fyrst minkaðu teir um munin eftir innlegg úr vinstru, sum varð skallað inn við handaru stong. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði Skála. Fyrst kom Jákup út og bjargaði frá einum púra leysum manni, men bólturin datt fyri føturnar á einum áleypara, sum hevði lætt við at skora í tómt mál.

Stór frøi á útiliðnum og áskoðarunum í bygdaskýlinum. Skála fór nú eftir sigrinum, tí teir ætla sær uppaftur í bestu deildina. Tað leikaði javnt á eina løtu, og Skála sendi nógv fólk fram, men tað blivu teir revsaðir eirindaleyst fyri.

Tveir minuttir fyri leiklok varð Gilli sendur avstað í vinstru, hann legði inn til ein púra leysan Rasmus, sum hevði leitað sær fram í brotsteigin. Í skotløtuni vórðu beinini tó tikin undan honum, og so peikaði Ransin á brotssparksblettin. Stór vreiði var á skálamonnum, sum ikki hildu, at dómurin var rættvísur.

Rasmus lat seg tó ikki ávirka av støðuni og skoraði trygt til 3-2. Rasmus var komin á vøllin fyri Tóka lítla løtu frammanundan, men hann gjørdi sanniliga sína ávirkan galdandi.

Tað, sum eftir var av dystinum, kastaði Skála alt fólkið og málverjan fram í brotsteigin. Eini tvær ferðir brendi á, men Jákup fekk saman við verjuni hildið málið reint síðstu løtuna.

Eftir fýra dystir hevði B36 tapt tríggjar og vunnið ein. Síðani hevur liðið spælt seks dystir – fýra sigrar og tveir javnleikir. Enn hevur liðið í tíggju dystum ikki megnað at hildið málið reint, men hinvegin hevur liðið eisini skorað í hvørjum dysti.

Við hesum sigrinum fór B36 framum Skála og FC Suðuroy og liggur nú á triðja plássi. Komandi tveir dystirnir eru ímóti B68 og HB, sum liggja ávikavist á fyrsta og øðrum plássi.

 

Liðið: Jákup Højgaard – Hans Jacobsen, Robert Heðin Brockie, Hørður Askham, Ámund Nolsøe – Jákup Toftum Joensen, Klæmint Matras (L), Árni G. Nielsen (Patrick Larsen), Tóki á Lofti (Rasmus Dan Sørensen), Gilli Sørensen – Bogi Hermansen (Benjamin Heinesen)

 

B36 – Skála 3-2 (2-0)

1-0: Jákup Toftum Joensen, 22.

2-0: Gilli Sørensen, 29.

2-1: Markus Olsen, 72.

2-2: Brian Jacobsen, 75.

3-2: Rasmus Dan Sørensen, 88. (br.)

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan