Mistu á stokkinum í Leirvík
Sunnudagur, 28. apríl 2013 09:19

 


 

1. deildarliðið hjá B36 var frammanfyri við einum máli, men í síðsta minutti fekk Víkingur brotsspark, og so endaði dysturin 1-1. Hetta var sera harmligt, tí B36 skuldi í veruleikanum bundið um heilan fingur og skorað til 2-0 í seinna hálvleiki. Hinvegin er hetta triði dystur á rað, har vit fáa stig, og vit hildu Víking aftanfyri okkum á stigatalvuni 

 


Leygardagin spældi næstbesta mansliðið hjá B36 ímóti Víkingi í Leirvík. Til tíðir var veruligt ódnarveður, og tað regnaði av grimd av allan dystin. Tí bleiv tað ongantíð nakað vakurt fótbóltsspæl hendan dagin. 
Fyrstu løtuna sat Víkingur á spælinum, men tað gekk ikki væl at bróta ígjøgnum, tí okkara verja stóð lutfalsliga djúpt, og tað forðaði fyri gjøgnumbroti. Víkingur hevði leikarar sum Niclas Niclasen, Joseph Bassene og toftamannin Óla Olsen á liðnum, so tað var eitt styrkt Víkinga-lið, sum vit møttu. 
Sera fáir málmøguleikar vóru fyri fyri steðgin. Víkingur átti ein stóran møguleika, tá eitt hornaspark ikki varð ruddað burtur, men ein púra leysur víkingur sendi uppum úr stuttari fjarstøðu. Í hinum endanum áttu vit ein stóran møguleika, tá ið Tóki á Lofti tók eitt flott solo-raid í vinstru síðu, legði innfyri, men Jákup Toftum Joensen fekk ikki ordiliga skot á bóltin í góðari støðu. 
Í seinna hálvleiki gjørdist B36 munandi meira vandamikið, og serliga Sandri Færø hevði fleiri góð gjøgnumbrot. Tað var tó eftir horna, at B36 skoraði. Tann hartarbeiðandi Bogi Hermansen legði hornaspark flatt innfyri, og har beindi Robert Heðin bóltin hegnisliga í netið til 1-0. 
Nú ráddi um at halda fast í verjuni og satsa uppá kontra. Hetta eydnaðist hampuliga væl – trupulleikin var bara, at vit vóru ov óneyvir í avgerandi løtunum eftir fleiri væl gjøgnumspæld álop. Víkingur sendi hinvegin nógv fólk fram og fór at senda nógvar høgar bóltar inn í brotsteigin, men Thomas stóð stinnur og tók alt í luftini. 
Men so hendi tað, sum ikki skal henda. Í síðsta minutti verður bólturin sendur innfyri úr okkara vinstru, Óli Olsen tekur bóltin niður, men verður koyrdur um koll. So var brotsspark, og tað setti Joseph Bassene trygt í netið til endaliga úrslitið 1-1. 
Hetta var fjórða brotssparkið, sum B36 fær ímóti sær í ár. Øll fýra hava verið framd ímóti leikarum, ið antin hava ryggin móti málinum ella standa í ófarligum støðum. Hetta ber boð um órutinerað verjuspæl, sum liðið má arbeiða við framyvir. 
Tað góða við dystinum er, at hetta er triði dystur á rað, har vit fáa stig, og vit halda Víking aftanfyri okkum, hóast teir møttu við einum rímiliga góðum liði. 

Víkingur – B36 1-1 (0-0) 
0-1: Robert Heðin Brockie 
1-1: Joseph Bassene, br. 

Liðið: Thomas Knudsen – Hans Jacobsen, Robert Heðin Brockie, Karl Martin Danielsen (Mathias Thomsen), Stefan í Skorini – Jákup Toftum Joensen, Patrick Larsen, Árni G. Nielsen, Tóki á Lofti, Sandri Færø – Bogi Hermansen (Rúni Høgnesen)

 

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin


    sunnudagin 23. sept kl. 17:15

  -----------------

2. deild menn

 B36 - Víkingur - leygard. 22.09 kl.17:00

  -----------------

U21 dreingir

 B36 - EB/Str -  sunnud 23.09 kl. 19:00

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 -HB - sunnud. 23.09 kl.12:30

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, NSÍ-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan