HB sett í skápið
Mikudagur, 13. juni 2012 21:01

Tað var vent í holuni, tá næsta grannauppgerðin í ár stóð á skránni. Dánjal Rói Olsen er sloppin av við sín skaða, og hann avgjørdi dystin móti frustreraðu grannunum, sum endaðu dystin við níggju monnum

 

 

Eingin ivi var um, at nógv stóð upp á spæl í Hvítadali í dag. Ein grannauppgerð í Havn borgar vanliga fyri spenningi og intensiteti, og við støðuni á stigatalvuni í huga, var einki at siga til, at spenningurin var eitt vet størri, enn hann onkra tíð hevur verið. Ja – somikið góður tóktist fótbóltshugurin vera, at áskoðarar hjá báðum feløgum lóti Holland og Týskland spæla stórdyst í frið og náðum fyri fótbóltshugaðum havnarmonnum.

Spenningurin gjørdi eisini sítt til, at bæði liðini løgdu hampuliga varliga fyri. Í slíkum seks-stiga dystum ræður fyrst og fremst um at binda fyri í verjupartinum, og tí var rættiliga langt ímillum nakrar veruligar vandastøður.

Hjá okkum høvdu skaðar enn einaferð noytt Mikkjal at rokera eitt sindur, og hesa ferð sóu vit Lukasz sum vinstra kant, meðan Dánjal Rói Olsen var við fyri fyrstu ferð, síðani hann varð skurðviðgjørdur fyri knæskaða.

HB hevði kanska bóltin nakað meira, men meira enn nakrar deyðbóltsstøður og nøkur langskot gjørdist talan sjáldan um. Vit høvdu hinvegin onkrar støður, sum kundu blivið heilt vandamiklar, men ov ofta var seinasta sendingin óneyv, soleiðis at verulig roynd ikki spurdist burturúr.

Seinasta minuttin ella tveir fyri steðgin kom tó brádliga lív í, tá bæði liðini tóktust satsa nakað, og eftir steðgin opnaði dysturin eisini. Nú vóru tað okkara, sum tiltvingaðu sær yvirvág, men ósunnaru grannarnir smæddust tó ikki burtur kortini. Talt upp í møguleikum, so var Gundadalur tó hvítur, og um miðjan hálvleikin bragdaði.

Gott smáspæl hjá okkum endaði fyri føturnar á Róaldi, sum legði bóltin inn um verjuna til Dánjal Róa, sum púrasta leysur kom rennandi. Og ískaldur sendi argjamaðurin bóltin í netið, og so var fagnaðurin ovurstórur á bæði spælarum og áskoðarum.

Sær sjálvum so líkt, so vildu okkara menn tó gera tað heila eitt sindur eyka spennandi. Næstu løtuna eftir málið var at kalla alt liðið pakkað saman í brotsteiginum, og hóast talan ikki gjørdist um opnar møguleikar til HB, so var hetta ikki heilt vandaleyst.

Mikkjal fekk tó geylað somikið, at menn aftur fóru at spæla – heldur enn at sparka bólt. Og meðan HB royndi at flyta fólkið alt longur fram á vøllin, so gjørdist kontra-spæl okkara alsamt vandamiklari. Ta einu ferðina hildu vit, at Jákup hevði vunnið sær brotsspark, men Petur Reinert helt helst, at Jákup spældi dekan ov nógv upp á hetta, so hann tagdi. Bæði Súni og Róaldur høvdu vandamiklar frísparksroyndir, og Lukasz bleiv blokeraður, tá hann hamraði til eftir horna og trunkaspæl.

Seinasta løtan mundi kennast sum eitt deja-vu við øvutum forteknum, tá fyrst Hallur Hansson og síðani Rógvi S. Holm vórðu riknir av vølli, men í slíkum uppgerðum eru ellivu móti níggju einki garanti, so vit hildu ondini, til Petur hevði floytað av. Tað gjørdi hann so eisini langt um leingi, og so fingu vit aftur nakað at fegnast um. Trý sera-sera týðandi stig, og hóast EB/Streymur tykist renna solo, so hava vit nú aftur samband við restina av feltinum. Leygardagin kemur KÍ á vitjan, og tá kunnu vit við sigri ota okkum upp á bronsuplássið.

 

B36-HB 1-0 (-0)

1-0: Dánjal Rói Olsen, 65.

Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Súni Olsen, Atli Danielsen, Símun Joensen – Bárður Olsen, Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras, Lukasz Cieslewicz – Jákup á Borg (Rasmus Dan Sørensen, 90.), Dánjal Rói Olsen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Løgmanssteypið

  
  Gundadalur

B36 - KÍ

Mánadagin 22/04 - kl. 14:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - Skála

Leygardagin 20/04 - kl. 15:00

  -----------------

U21

AB - B36

Mánadagin 22/04 - kl. 18:00

  -----------------

Betri deildin kvinnur

KÍ - B36

Sunnudagin 28/04 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, B36-KÍ?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan