Teir bestu verða bíligari
Sunnudagur, 01. apríl 2012 20:25

Fyri at sleppa undan óneyðugum órógvi og kanska hørðum sparitiltøkum hevur Effo-hópurin samtykt at fara 10% niður í løn

 

 

Eingin ivi er um, at fíggjarstøðan hjá flestu feløgum kring landið er vorðin nakað trongari seinnu árini. Alheims fíggjarkreppan hevur sítt árin á búskapin, og við færri pengum í umferð er eisini truplari hjá fótbóltsfeløgum at finna tær sponsor-inntøkur, sum eru neyðugar fyri at fáa virksemið í felagnum at mala runt.

B36 er einki undantak í so máta. Seinasta hálva árið hevur leiðslan støðugt umrøtt, hvar sparingar kunnu gerast, uttan at hesar raka sjálvt virksemið í felagnum, og eitt av hesum økjum er sjálvandi spælarahópurin hjá fremsta liðnum. Í vikuni var fundur við spælararnar, og her tók ikki langa tíð at røkka eini semju. Eini semju, sum inniber, at spælararnir nú fara 10% niður í løn.

- Hetta er ikki eitt krepputiltak, men eingin ivi er um, at gera vit einki, so kann tað væl enda við kreppu. Tí ynsktu vit longu nú at fáa eina betri javnvág millum inntøkur og útreiðslur, og eg eri sera fegin um ta ábyrgdarkenslu, sum spælararnir hava víst við at taka undir við hesum, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36.

- Tað vil altíð vera eitt av aðalmálum okkara, at raksturin skal hvíla á einum fíggjarliga forsvarligum grundarlag, og hetta átakið saman við fleiri øðrum er avgjørt við til at tryggja, at so er, sigur formaðurin.

Liðformaður okkara, Klæmint Matras, sigur, at talan var um eina skjóta avgerð, har spælararnir fegnir vilja gera sítt til at betra um raksturin í felagnum.

- Tá nevndin hevði nevnt hesar ætlanir, fingu vit frið at sita saman og tosa um tingini. Men eg haldi ikki, at vit brúktu meira enn einar fimm minuttir, áðrenn okkara støða var greið. Sjálvur var eg als ikki í iva, og eg eri fegin um, at hópurin stendur saman um hetta. Tað gevur okkum frið at líta frameftir, og har er tað enn sum áður næsti dystur, sum telur mest, sigur Klæmint Matras.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan