Góvu alt burtur
Sunnudagur, 13. september 2020 12:13

alt

Seinasta korterið undan steðginum gjørdist dýrt, tá vit mest sum forerdu sigurin til NSÍ

 

Nógv stóð upp á spæl hjá báðum pørtum við Løkin leygarkvøldið. Hetta sást eisini aftur í fótbóltsspælinum, sum fyrstu løtuna var hampuliga varið, og har vit ikki sóu teir heilt stóru møguleikarnar.

Um nakað, so mundu vit hava eina lítla yvirvág í spælinum, og nakrar ferðir eydnaðist eisini at fáa góð innlegg frá Árna, uttan at hesi tó noyddu Tórð til at gera tær heilt stóru bjargingarnar.

Uttan leikbannað Pingel var tað upp til Michal at vera fremsti maður, og onkra ferð var eisini um reppið, at tað eydnaðist honum at sleppa heilt avstað.

Tað vísti seg tó, at tað riggaði líka sum ikki heilt at koma til avgerandi møguleikan, og tá vit brádliga byrjaðu at gera stór mistøk, fall hamarin frá gestunum uttan nakra sum helst náði.

Tað gjørdist 1-0, tá óansið verjuspæl endaði við, at fríspark varð gjørt beint uttan fyri brotsteigin. Kanska kundi dómarin givið einum púrasta blankum Klæmint Olsen fyrimun í støðuni, men tað legði Petur Knudsen einki í. Hann sendi bóltin upp um múrin og í meskarnar, og so byrjaði mótbrekkan av álvara.

Løtu seinni stóð 2-0, tá eitt ikki alt ov gott útspark varð fangað av NSÍ. Teir settu ferð á í vinstru, og tá Eli skuldi beina innleggið burtur, langaði hann bóltin í málhornið

Og enn verri gjørdist tað, tá Andrias heldur óneyðugt feldi mótstøðuleikara í brotsteiginum. Klæmint tók sær av revsingini, og hóast Rói fór rætta vegin, so fekk hann ikki vart fyri skotinum.

Tað var ein ordan sekkur at fara til hálvleiks við, og tað gjørdist heilt ljótt eftir steðgin, tá heimaliðið økti til 4-0. Hesa ferð eftir at teir fangaðu okkum í uppspælinum.

Tíbetur eydnaðist at pynta eitt sindur um endastøðuna, tá vit innan fáar minuttir skoraðu tvær ferðir. Fyrru ferðina nølaði Tórður somikið leingi, at dómarin dømdi fríspark, og so hugsaði Michal nóg skjótt til at spæla Ragnar leysan. Og lítla løtu seinni endaði skot frá Árna við, at verjuspælari stútaði bóltin í egið net.

Ein lítla løtu tóktust vertirnir eitt sindur groggy, og einstakar spentar støður vóru, men tá teir fótaðu sær aftur, var einki hjá okkum at gera. Heldur ikki hóast vit royndu at spenna álopsbogan og fluttu Sonna Ragnar heilt fram.

Fyribils hevur tapið við sær, at vit eru settir av í oddastríðnum, og nú er tað fyrst og fremst dysturin um europisk pláss, sum hevur týdning. Tað krevur stig, tá vit spæla móti AB komandi sunnudag, so tað ræður um at koma upp á tann so væl kenda hestin sum skjótast. Ikki minst, tí vit longu mikukvøldið hava europiska uppgerð á Tórsvølli.

 

NSÍ-B36 4-2 (3-0)

1-0: Petur Knudsen, 34.

2-0: sjálvmál, 36.

3-0: Klæmint Olsen (br.), 41.

4-0: Petur Knudsen, 59.

4-1: Ragnar Samuelsen, 67.

4-2: sjálvmál, 70.

B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni Petersen (Benjamin Heinesen, 42.), Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen (Andrass Johansen, 73.), Stefan Radosavljevic (Magnus H. Jacobsen, 46.) – Árni Frederiksberg, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Michal Przybylski

Gult kort: Eli F. Nielsen, Stefan Radosavljevic, Magnus H. Jacobsen

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan