Ófatiligt
Hósdagur, 27. august 2020 23:27

alt

Í lítlan tíma vóru vit niðurspældir, og tá vit komu aftur, tóktust gestirnir taka lutftina úr okkum. Men onkursvegna hava okkara menn evnini til at toga í sínar egnu hárrøtur, tá mest stendur á

 

Per aspera ad astra, ljóðar eitt latínskt orðafellið. Soleiðis leysliga umsett til føroyskt merkir tað: gjøgnum líðingar røkkur tú til stjørnurnar.

Og tað var just soleiðis, sum kenslan var á Tórsvølli í kvøld. Við einum bragdi, sum mest sum var einum 9/11 verdugt, vunnu okkara dreingir 4-3 móti Veladia Tallinn í einum dysti, sum koyrdi bæði upp og niður, men har tummilin at enda vendi upp.

Tað byrjaði annars einki serligt. Skulu vit siga tað pent, so vóru vit á afturpartinum allan fyrra hálvleik. Tíðliga í hálveikinum høvdu vit einar tvær ferðir góðar møguleikar í skjótari umstilling, men báðu ferðirnar varð skeiv avgerð tikin, og hinvegin var trýstið stórt. Rói hevði eina kanónbjarging, tá heilfluktari hevði kós móti meskunum, og tá heldur bíligt brotsspark varð dømt móti Eli, sendi Markus Jurgenson á stólpan og út.

Sum minuttirnir gingu, fullu vit bara longur aftur á vøllin, og tá vit onkra einstaka ferð kundu senda niðan, var Pingel mest sum í Ongamannalandi, so har gjørdist ikki tað stóra.

Ivaleyst hevur Jákup sagt sítt við sínar menn í steðginum, men tað var ikki meira enn væl og virðiliga uppiborið tá gestirnir tíðliga í seinna hálvleiki løgdu seg á odda.

Tað góða í allari elendigheitini var, at leiðslumálið fekk gestirnar at trekkja seg nakað. Eina løtu høvdu vit veruligt trýst á, men tá málið ikki kom, tóktist hetta fána burtur.

Men júst sum estlendingar hildu seg hava tamarhald á, skræddu vit skræðuna, og báðu ferðirnar var tað Pingel, sum átti seinastu nertingina. Fyrru ferðina stútaði hann horna frá Alex í kassan, og lítla løtu seinni sendi hann okkum móti stjørnunum, tá Alex stútaði eitt innlegg innfyri.

2-1 til okkum, og fagnaðurin millum føroysku sjónvarpshyggjararnar var helst øgiligur, áðrenn vit aftur vórðu bombaðir niður. Hesa ferð endaði skjótt Veladia-spæl við, at Elhi akkurát fekk somikið nógva ferð á skotið, at Rói bert fekk sligið hann í síðunetið.

Levadia royndi framhaldandi at leggja trýst á, men góð verja og trygt málmansspæl forðaðu fyri nøkrum veruligum møguleikum, og so skuldi longd leiktíð til. Nakað sum vit fyrr hava roynt á Tórsvølli – og víð góðum úrsliti, skal sigast.

Og so var tað aftur har: Per aspera ad astra. Tí ljósið varð meira ella minni sløkt, tá Manucho sendi bóltin í netið til 2-3. Helst var tað bert tann eini maðurin við Tórsvøll, sum ikki sá kolkkukláru rangstøðuna, men ólukkutíð var tað júst tann  tað bert tríggir mans á Tórsvølli, ið ikki sóu støðuna sum klokkuklára rangstøðu, men tíverri vóru teir allir í svørtum, og so kundu harðligu mótmælini frá spælarunum, beinkinum og tandrunum á Tórsvølli gera tað sama.

Seinna korterið av umdystinum fer uttan nakran sum helst iva í søgubøkur okkara. Tað byrjaði mest sum alt fyri eitt, tá Ragnar Samuelsen stakk høvdið fram um lítið sannførandi málverjan hjá Veladia, og so stóð brádliga 3-3. Mentala orkan, sum hevur so nógv størri týdning, tá bensintangin annars er tómur, koppaði veruliga til okkara fyrimun.

Ein hálvgum stóran hvøkk fingu vit, tá ein mest sum leysur mótstøðumaður fór umkoll í okkara brotsteigi, men tá vóru gávurnar frá dómarabólkinum uppi, og ístaðin knallaðu vit til. Pingel vísti sína rástyrki, tá hann musklaði seg framvið bakkinum í tvídysti, og so hevði hann eyguni opin, tá hann sendi flatt til innskifta Hannes Agnarsson, sum – aftur hesaferð – skeyt altavgerandi mál á Tórsvølli.

4-3 helt allan vegin, og so var fagnaðurin sjálvandi meira enn bara stórur, tá skotski dómarin floytaði seinasta bríkslið. Enn einaferð høvdu vit eitt ógloymandi kvøld á Tórsvølli, og nú er at bara at bíða, hvussu komandi lutakastið spælir av. Her og nú ræður bara um hjá okkum øllum um at njóta løtuna!

 

B36-Veladia Tallinn 4-3 eftir longda leiktíð 2-2 (0-0)

0-1: Karl Oigus, 52.

1-1: Sebastian Pingel, 73.

2-1: Sebastian Pingel, 76.

2-2: Trevor Elhi, 80.

2-3: Kouadio Manucho, 101.

3-3: Ragnar Samuelsen, 107.

4-3: Hannes Agnarsson, 113.

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen (Andrass Johansen, 69. (Bjarni Petersen, 115.), Magnus H. Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 90.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic (Hannes Agnarsson, 60.) – Sebastian Pingel

Gult kort: Magnus H. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Eli F. Nielsen, Árni Frederiksberg, Alex Mellemgaard, Andrass Johansen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan