Vunnu á hitanum
Fríggjadagur, 21. august 2020 15:58

alt

Í lítlan tíma vóru vit nógv tað betra liðið, men seinasta hálva tíman var hitin um at gera av við okkara menn

 

Tað gekk. Vit vunnu 2-1 á útivølli móti St. Joseph’s, og við hesum eru vit nú til reiðar til næsta umfarið um Euro League.

Undan dystinum varð mett, at vit vóru lítlir favorittar, men samstundis vistu vit, at hitin kundi gerast ein stór avbjóðing.

Júst hetta var eisini orsøkin til, at ferðalagið fór úr Føroyum longu mánamorgunin. Tað bar illa til at venja, tí tað er bert tann eini vøllurin á Gibraltar, og hesin skuldi eisini nýtast til europiska uppgávu týsdagin. Tí sluppu vit ikki á vøllin fyrr enn mikudagin, men hinvegin hjálpti tað uttan iva nógv hjá spælarunum, bara at vera í hitanum í nakrar dagar.

Tá sjálvur dysturin varð blástur ígongd, sást skjótt, at vit høvdu betra takið á spælinum. Hóast graslíkið var skróðturt, bar væl til at spæla bólt. Heimaliðið royndi meira við longum sendingum, og eftir bara 20 sekundum fingu vit eina ávaring, tá Rói mátti bjarga roynd frá mest sum leysum mótstøðumanni.

Ávaringin varð eisini tikin til eftirtektar, og næstu longu løtuna gekk tað mesta fyri seg á mótstøðuhálvuni. Bæði Árni og Meinhard skaptu fleiri góðar støður, og tað var eisini við innleggi frá Árna, at vit løgdu okkum á odda. Árni drógv nakað út frá baklinjuni, og tá innlegg varð sent tætt undir málið, skumpaði Michal bóltin seinasta pettið.

Gleðin var tó stokkut, tí bert tveir minuttir seinni stóð aftur á jøvnum. Eli varð heldur lætt sneiddur av, og úr eitt sindur spískum fekk vinstri vongurin hjá St. Joseph’s beint bóltin í meskarnar.

Vit høvdu fleiri aðrar góðar royndir, og hóast mótstøðuliðið aftur var nær við, tá innlegg varð sent innfyri úr vinstru, so var tað uppiborið, tá vit komu á odda.

Fyrr í dystinum vóru vit ivaleysir í, at vit áttu brotsspark, tá hond var á bóltinum, men ta ferðina tagdi dómarin. Hesa ferðina var brotið ikki eins eyðsæð, men dómarin peikaði á hvíta blettin, og so var Alex ísakaldur í nógva hitanum.

Eftir steðgin byrjaðu vit væl, men seinasti hálvi tímin gjørdist sera drúgvur fyri okkara viðkomandi. Snøgt sagt, so var einki sum helst eftir í beinunum hjá okkara monnum, og vit komu eitt alsamt størri trýst. Tvær ferðir var tað heilt vandamikið eftir innlegg, men minuttirnir sníktu seg akkurát nóg spakuliga, soleiðis at dómarin at enda staðfesti sigurin.

Fagnaðurin var sjálvsat ovurstórur. Sigurin ber við sær, at føroyskur fótbóltur fekk tvey stig afturat í UEFA-roknskapinum, og nú fyrireika vit okkum til heimadyst móti FCI Levadia. Tann dysturin verður spældur hóskvøldið.

 

St. Joseps’s-B36 1-2 (1-2)

0-1: Michal Przybylski, 28.

1-1: Boro, 30.

1-2: Alex Mellemgaard (br.), 42.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni Petersen (Benjamin Heinesen, 61.) Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (Erling Dávidson, 79.) – Magnus Holm Jacobsen (Stefan Radosavljevic, 86.), Eli F. Nielsen, Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard Olsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad, Bjarni Petersen, Rói Mørk Hentze, Sebastian Pingel

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan