Hava tamarhald á støðuni
Mikudagur, 12. august 2020 19:00

Fyrireikingarnar hjá B36 til Europa League halda fram eftir ætlan

 

Sum kunnugt varð ein í leiðarahópinum hjá felagnum testaður positivur fyri koronu.  Tí bleiv allur hópurin kring Betri-liðnum hjá felagnum testaður aftur í dag, og tíbetur vóru ikki fleiri tilburðir staðfestir.

Allur hópurin var í sjálvbodnum sóttarhaldi, til eitt svar uppá testina í dag var greitt. Vit hava samskift við landslæknan aftur í kvøld, og niðurstøðan hjá landslæknanum var, at umstøðurnar kring tilburðin vóru av tílíkum slag, at hópurin ikki er settur í sóttarhald.

Vit kunnu tí halda fram við fyrireikingunum til EL-dyst okkara, og felagið fer at testa allar spælararnar aftur fríggjadagin og mánadagin. Fyri at binda um heilan fingur, verður eingin venjing, fyrr enn vit hava fingið svar upp á testirnar, sum verða tiknir fríggjamorgunin.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan