Linligt – men trygt
Hósdagur, 06. august 2020 20:19

alt

Á einum manntómum Tórsvølli tóktust menn ikki heilt tendraðir. Men tá alt kom til alt, vunnu okkara menn ein tryggan sigur á TB

 

Verandi smittustøðan í landinum hevur við sær, at dystir nú skulu spælast uttan áskoðarar, og tað var ikki sørt løgið at vera á Tórsvølli í dag.

Og ivaleyst kendist hetta eisini hjá spælarunum, sum jú helst vilja hava nakrar hart rópandi hvítar tikarar í bakinum, tá takast skal við mótstøðuliðini.

Menn tóktust eisini eitt sindur tamir fyrstu løtuna av dystinum. Ein partur av spæliætlanini var heilt víst at fáa mótstøðuna at renna nógv á breiða vøllinum, og við støðugum síðuskiftum gav hetta okkum eisini pláss at spæla á. Tað var tó ikki altíð, at plássið varð so væl gagnnýtt, tí ofta høvdu menn hug at taka skeivar avgerðir, men eftir einar tvær góðar støður, eydnaðist okkum brádliga at spæla okkum heilt væl ígjøgnum. Hannes og Meinhard áttu uppspælið, og so var lag á manni hjá Benjamin at senda bóltin í tómt mál.

Vit áttu nú at havt fult tamarhald á øllum, men fleiri óneyðug bólttap á miðvøllinum góvu gestunum nakrar umstillingarmøguleikar. Og ein av hesum kostaði brádliga, tá ein umstilling hjá gestunum endaði við, at Samudeen Musah rættiliga ótarnaður slapp at senda innfyri úr vinstru, og so kundi Poul Ingason við einum neyvum stútara senda bóltin inn um stólparótina.

Tað var enntá um reppið, at TB kundi økt um leiðsluna, tá teir fullkomuliga óneyðug fingu eina tríggjar-móti-einum støðu, men lukkutíð vardi Rói fyri skotroyndini.

Seinasta løtan undan steðginum vísti annars sjónliga, at luftin var við at ganga undan hjá gestunum, og tí ráddi fyrst og fremst um hjá okkara monnum at fáa meira ferð á dystin.

Tað eydnaðist eisini eftir steðgin, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn hol kom á. Við at legja trýst á TB-uppspælið fangaðu vit leysan bólt á miðvøllinum. Sfefan fann skjótt Meinhard. Hesin hevði nakrar ferðir til fánýtis roynt at snarað kring seg sjálvan fyri at fáa pláss, men hesa ferð riggaði, og við einum vøkrum skoti varð bólturin sendir í netið.

Lítla løtu býttu teir báðir um leiklut. Framúr væl fann Benjamin Meinhard í vinstru, og komin inn um verjuna spældi hann flatt til Stefan, sum úr stuttari fjarstøðu sendi sítt fyrsta landskappingarmál í ár í netið.

Og tað skuldi blíva til meira frá Stefan eisini. Hesa ferð var talan um eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum, og tá málroynd fyrst varð bjargað á málstrikuni, var Stefan fyrstur á returinum.

So var eingin sum helst ivi um, hvønn veg stigini skuldu fara, og vóru vit neyvari, kundi sigurin enntá verið størri. Fram um alt, so vóru tað tó stigini, ið høvdu størsta týdningin, og tey komu tíbetur eisini til høldar.

 

B36-TB 4-1 (1-1)

1-0: Benjamin Heinesen, 14.                            

1-1: Poul Ingason, 25.

2-1: Meinhard E. Olsen, 58.

3-1: Stefan Radosavljevic, 65.

4-1: Stefan Radosavljevic, 89.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Hannes Agnarsson (Ragnar Samuelsen, 50.), Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Benjamin Heinesen – Eli F. Nielsen, – Hugin Samuelsen (Andrass Johansen, 81.) – Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski (Magnus H. Jacobsen, 74.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Sebastian Pingel

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan