Tók sína tíð
Sunnudagur, 02. august 2020 21:51

alt

ÍF stóð leingi ímóti áhaldandi trýstinum, men í seinna hálvleiki fingu vit hol á, og so var eingin ivi

 

Tað tóktist leingi, sum skuldi hetta vera ein av teimum dystunum, har vit vildu og royndu nógv, men har einki kortini bar til.

Áðrenn fyrsta korterið var runnið, høvdu vit havt fleiri góðar royndir. Stefan langaði framvið einaferð, meðan málverjin bjargaði aðrari roynd, og tá vit øll sóu Benjamin skora, fór bólturin á stólparótina og út.

Vit hildu fram við áhaldandi spælinum, og hóast gestirnir høvdu onkra kontra-støðu, so loyva vit okkum at siga, at talan var um einvegis ferðslu.

Men tað stóð bara við. Meinhard var nær við, og bæði Árni og Pingel høvdu góðar royndir, men annaðhvørt varð skotið beint á málverjan, ella eisini sníkti bólturin seg framvið stólpanum.

Eftir steðgin tóktist gongdin vera tann sama. Vit bíðaðu ikki nógv meira enn ein minutt, áðrenn Michal bankaði skrúvandi langskot á stólpan, og á áskoðaraplássunum sótu vit einamest og bitu negl og vónaðu tað besta.

Men tað besta hendi so loksins. Árni varð sendur avstað í høgru, og við einum bleytum innleggi fann hann ein púra blankan Meinhard, sum tveitti seg fram og drønstútaði upp undir nettakið.

So vóru vit har, sum vit vildu vera, og vit skaptu framvegis møguleikar til at økja um leiðsluna. Eina einstaka ferð kløkkaðu gestirnir okkum, men tíbetur fór skotið við síðurnar av, og so kundi vit sláa sigurin fastan. Hesa ferð var talan um horna, sum gestirnir ikki reiðiliga fingu ruddað burtur, og tá vit royndu aðru ferð, fann Meinhard Sonna Ragnar, sum snaraði bóltin rætta vegin.

Vit høvdu framvegis tíð at raka træverkið eina ferð afturat – hesa ferð Pingel – og vit høvdu eisini støður til okkurt málið afturat. Men 2-0 var hóast alt ein OK tryggur sigur. Trý stig vóru tað, sum skuldi til, og so klintraðu vit eitt fet upp eftir á stigatalvuni.

 

B36-ÍF 2-0 (0-0)

1-0: Meinhard E. Olsen, 51.

2-0: Sonni Ragnar Nattestad, 69.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni Petersen (Andrass Johansen, 78.), Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Benjamin Heinesen – Stefan Radosavljevic, Hugin Samuelsen (Ragnar Samuelsen, 85.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski (Hannes Agnarsson, 68.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Stefan Radosavljevic, Árni Frederiksberg, Sonni Ragnar Nattestad

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

Betri deildin

Tórsvøllur

Mánadagin 28. sept - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - Víkingur

Fríggjadagin 02. okt - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunnudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan