Stóðu ímóti víkingunum
Hósdagur, 30. Juli 2020 20:55

Hóast vit tvær fingu frammaná, so reistust vit væl og virðiliga, tá ólavsøkusteypið varð tryggjað í undirhaldandi uppgerð

 

Annað árið á rað vóru tað víkingarnir úr Eystur kommunu, sum vitjaðu okkum á ólavsøku. Og eins og í fjør, vóru tað vit, ið stóðu eftir við stigum og steypi, tá dysturin var av.

Tað var tó ikki uttan dramatikk, at so var. Fyrstu løtuna av dystinum vóru tað vit, sum høvdu yvirtakið, men burtur úr ongum fingu vit ein ordans frammaná. Vit høvdu annars innkast, men Víkingarnir vunnu innleggið, og so gekk skjótt fyri seg seg. Lukasz sendi til Sølva Vatnhamar, og tá Eli akkurát ikki fekk prikað bóltin burtur, kundi Sølvi púra blankur leggja Víking á odda.

Hetta fekk á ongan hátt okkara menn at fella í fátt. Heldur settu vit meira trýst á, og tað var ikki annað enn uppiborið, tá Árni javnaði við einum sera vøkrum frísparksmáli.

Framhaldandi sótu vit á øllum, men aftur fingu vit ein beint frammaná. Enn eina ferð var talan um skjóta umstilling, sum skapti góðu støðu hjá Finnur Justinussen, men sjálvt málið má Rói taka á sín kappa, tá hann misti heldur ússaliga skotið.

Tí sótu vit mest sum á nálum allan fyrra hálvleik, tí hóast gott spæl og nógvar góðar støður, so segði kaldi veruleikin, at Víkingur var væl effektivari. Enntá mundi Sølvi skotið eitt mál afturat, men ta ferðina var Rói knappur við nærmara stólpa.

Men beint undan steðginum, kom útjavnandi málið. Innkast varð sent móti Sonna Ragnar, og tá hann fekk lagt flatt aftur, kundi Michal skjóta eitt skot, sum varð avrættað á vegnum, áðrenn tað sníkti seg inn um stólparótina.

Ofta hava vit sæð, at okkara menn fella eitt sindur eftir hálvleikssteðgin, men tað var ikki støðan hesaferð. Talan var snøgt sagt um einvegis ferðslu seinastu trý korterini, og tað var rár hending, at Rói somikið sum nart við bóltin.

Og vit fingu eisini løn fyri stríðið. Meinhard legði okkum á odda, tá Árni við sera góðari sending spældi kantspælaran púra blankan, og Pingel økti stutta løtu seinni til 4-2, tá hann kom framvið verjuspælara, áðrenn bólturin varð bankaður undir nettakið.

Tá stóð tað greitt, at Víkingur á ongan hátt hevði tað, sum skuldi til, fyri at vinna seg aftur í dystin, og heldur kundu vit í onkrum førum økt um leiðsluna. Tað hendi so ikki, men tað bilar minni. Trý trygg stig komu í pottin, so vit framvegis hanga í hølunum á hinum oddaliðunum, og tað gjørdi ikki dagin verri, at steyp eisini fekst fyri ómakin.

 

B36-Víkingur 4-2 (2-2)

0-1: Sølvi Vatnhamar, 12.

1-1: Árni Frederiksberg, 23.

1-2: Finnur Justinussen, 25.

2-2: Michal Przybylski, 43.

3-2: Meinhard Olsen, 62.

4-2: Sebastian Pingel, 68.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni Petersen, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen (Hannes Agnarsson, 66.) – Eli F. Nielsen (Stefan Radosavljevic, 58.), Magnus H. Jacobsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski (Hugin Samuelsen, 76.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel.

Gult kort: Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen, Bjarni Petersen, Hugin Samuelsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan