Sikke’ nakað lort
Hósdagur, 23. Juli 2020 20:47

alt

Fyri aðru ferð í ár taptu vit greitt móti grannunum. Eina løtu høvdu vit takið – og burdu skorað – men fyri rest vóru vit við undirlutan

 

Ætlanin undan dystinum var so avgjørt at hevna ósigurin, sum vit fingu móti HB fyrr í ár, men tað var ikki veruliga so, at vit vóru heilt nær hesum ætlanum, tá vit í dag spældaru framskundaða grannauppgerð móti HB.

Fyrsta korterið sótu vit fyri tað mesta við hjartanum uppi í hálsinum. Bólturin var stútt og støðugt á okkara hálvu, og tað var sera sjáldan, at vit fingu nakað líkinda álop í lag.

Spentar støður vóru eisini í brotsteiginum, og ta einu ferðina varð mál kolldømt fyri rangstøðu, men spakuliga tóktist tó, sum arbeiddu vit okkum inn í dystin.

Seinna hálva av fyrra hálvleiki var løtan, har vit kundu gera um okkum. Vit megnaðu fleiri ferðir at trýsta HB-verjuna til mistøk, og umframt eina rúgvu av hornaspørkum og góðum innkaststøðum, so vóru vit einar tvær ferðir heilt vandamiklir.

Tað gav góðar vónir til seinna hálvleik, og hesin byrjaði eisini rættiliga javnt, men eftir átta minuttum legði HB seg framum. Upptaktina til málið kunnu vit bara undrast á, tá HB fekk eitt merkiligt fríspark á miðjum vølli. Hetta varð spælt til Daniel, sum sendi innfyri, og tá Pætur Petersen stútaði tvørturum, var nýggi danski áleyparin hjá grannunum klárur at stúta í netið.

Vit høvdu ein gyltan møguleika at koma aftur í dystin, tá Brian vann seg avstað í vinstru, men sendingin til ein blankan Stefan var ikki nóg neyv, og so fór tann støðan fyri skeyti.

Og so var restin av dystinum stórt sæð ein endurtøka av fyrsta korterinum. Vit runnu fyri tað nógva nyttuleyst í smáspælinum hjá HB, og Rói hevði longu havt eina stórbjarging, áðrenn Hilmar Leon Jacobsen staðfesti sigurin eftir hornasparksstøðu.

Tapið svíður hart – eingin ivi um tað. Tað eru nú seks stig upp til toppin, og her og nú tykist tað sum sera stórur biti at svølgja. At bæði Erlendur og Pingel máttu skaddir av vøllinum, gjørdi ikki dagin betri, men tað er bara eitt at gera. Eyguni mugu vendast móti ólavsøkuni og Víkingi, sum kemur á vitjan ólavsøkudag.

 

HB-B36 2-0 (0-0)

1-0: Mikkel Dahl, 53.

2-0: Hilmar Leon Jacobsen, 75.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andreas Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson (Magnus H. Jacobsen) – Árni Frederiksberg (Hannes Agnarsson), Meinhard E. Olsen, Stefan Radosavljevic – Sebastian Pingel (Brian Jakobsen)

Gult kort: Benjamin Heinesen, Sonni Ragnar Nattestad, Árni Frederiksberg

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan