Lagið í topp
Mánadagur, 13. Juli 2020 07:28

Meistararnir úr Klaksvík vórðu morlaðir á Tórsvølli, har okkara menn vunnu á fyrsta lítla skelkinum, áðrenn teir veruliga spílaðu seg út

 

Vanligi heimavøllurin í Gundadali var skiftur út við Tórsvøll, nú KÍ kom á vitjan.

Týdningurin av dystinum var stórur, tí hetta snúi seg um, hvør skuldi fylgja við hinum báðum oddaliðunum, og fyrstu løtuna tóktist tað, sum vóru vit ikki heilt klárir til hesa uppgávuna.

Í øllum førum var tað KÍ, sum byrjaði betur, og hóast vit eina ferð høvdu eina góða støðu, so vóru tað gestirnir, sum vóru nógv vandamiklari. Vit fingu eina ávaring, tá hornasparksstøða endaði við, at Bjartalíð bankaði bóltin á stólpan, men ávaringin varð ikki tikin til eftirtektar.

Tann støðan endaði við, at KÍ fekk hornaspark í høgru, og so varð sama kombinatión brúkt, áðrenn Patrik langaði innfyri, og so fekk Jákup B. Andreasen akkurát snittað bóltin fram við prísgivna Róa Mørk Hentze í málinum.

Sjálvandi var hetta ikki tann byrjanin, sum vit høvdu ætlað okkum, men vit reistu okkum bæði væl og virðiliga. Tað gekk kanska heldur striltið at fáa útjavnandi málið, og vit sóu Pingel senda bóltin á stólpan, meðan ein fluktari hjá Árna endaði beint á málverjanum.

Men tá Pingel fekk avrættað skotroyndina frá Benjamin, so bólturin endaði í netinum, gjørdist tað byrjanin til ein dag av teimum heilt góðu.

Michal stútaði eit frísparksinnlegg í kassan, áðrenn hann løtu seinni var tann grammasti á returbólti eftir horna, og so stóð 3-1 á talvuni.

Løtu seinni varð KÍ skert niður í 10 mans. Deni Pavlovic tóktist hava eina miðvísa ætlan um at oyðileggja dagin fyri Pingel, men tað tímdi dómarin ikki í longdini, og so varð verjuspælarin sendur undir brúsuna í ótíð.

Eina lítla løtu sluppu nervarnir at gera um seg, tá Rói fyrst klossaði bóltin burtur, áðrenn Midtskogen skotfintaði tríggjar verjuspælarar á rað, so hann kundi minka um munin.

Tað eydnaðist tó ongan tíð KÍ at gera ein ”B36”, og seinasta hálva tíman staðfestu vit rimmar-sigurin. Pingel stútaði hornaspark í netið, áðrenn Meinhard vann brotsspark, sum Alex setti inn. Og við seinastu nertingini í dystinum kundi Hannes stúta okkum upp á 6-2 eftir fínt uppspæl í vinstru. Tá var næsti klaksvíkingurin eisini sendur undir brúsuna, eftir at Jákup Andreasen fekk sítt seinna gula kort.

Sigurin ber við sær, at vit framvegis hanga í oddinum, og so er bara at vóna, at úrtøkan verður tann sama um hálvaaðru viku. Tá fer kappingin nevnliga ígongd eftir ein minimalan summarsteðg, og fyrsta uppgávan er útidystur móti grannunum úr HB.

 

B36-KÍ 6-2 (3-1)

0-1: Jákup Andreasen, 6.

1-1: Sebastian Pingel, 23.

2-1: Michal Przybylski, 31.

3-1: Michal Przybylski, 35.

3-2: Ole Erik Midtskogen, 54.

4-2: Sebastian Pingel, 58.

5-2: Alex Mellemgaard (br.), 64.

6-2: Hannes Agnarsson, 90.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson (Hugin Samuelsen, 77.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski (Magnus H. Jacobsen), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel (Hannes Agnarsson, 66.)

Gult kort: Benjamin Heinesen, Eli F. Nielsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan