Væl stungin frensur
Leygardagur, 04. Juli 2020 20:05

Vit høvdu fult tamarhald á tí allarmesta, tá vit í dag vunnu tryggan og uppibornan sigur á Argjum

 

Fyritreytirnar undan dagsins dysti vóru ikki tær allarbestu. Í miðverjuni manglaðu Sonni Ragnar, Erling og Bjarni, sum allir eru skaðadarvaðir, og á miðvøllinum mátti Eli sita leikbann av sær.

Ta avbjóðingina loysti Jákup við at flyta Alex inn á miðverjapláss, meðan Andreas tók sær av vinstra bakki. Hartil var Erlendur hesa ferð á sentrala miðvøllinum, har hann saman við Magnusi skuldi røkja meira verjukendu uppgávurnar.

Frá fyrsta bríksli vóru tað við, sum vóru spælstýrandi. Nakrar hampuliga góðar støður vóru, og eftir 10 minuttir løgdu vit okkum eisini á odda. Uppspælið var vakurt, tá Andreas sendi hart og flatt inn um AB-verjuna. Benjamin hevði sníkt seg fram við í tjúkka mjørkanum, og tá hann sendi hart og flatt inn um verjuna, skreiddi Michal bóltin í meskarnar.

Framhaldandi skaptu vit okkum góðar støður, men heilt opni møguleikin kom tó ikki. Hinvegin var ongan tíð nakar vandi á ferð í okkara brotsteigi. Einstøk innlegg og hornaspørk funnu tó vegin fram í okkara brotsteig, men Rói varð tó ikki noyddur at vísa síni kynstur.

Eftir steðgin skuldu vit ikki brúka langa tíð, áðrenn 2-0 málið varð sett inn. Árni fangaði heldur sløsut uppspæl frá AB-verjuni, og við høgra beini kipti hann bóltin upp um málverjan og niður um tvørtræið.

Hetta gav okkum neyðuga friðin, men kanska høvdu vit hug at taka okkum ov nógv av løttum hesa løtuna. Nakrar ferðir komu vertirnir í góðar støður, men bert ta einu ferðina mátti Rói veruliga toyggja seg, so hann fekk vart fyri.

At AB nú kom fram á vøllin, gav okkum eisini betri pláss at spæla á. Tað gjørdist 3-0, tá altíð arbeiðssami Pingel stútaði innlegg í netið, og 4-0 gjørdist tað eisini, tá eitt fríspark frá Meinhard onkursvegna ferðast beina leið í málið.

Triðju ferðina upp í slag gjørdist talan soleiðis um tryggan sigur móti einum av niðaru liðunum. Í mun til dystirnar í Fuglafirði og við Streymnes, so megnaðu vit hesa ferð at køva spenningin í góðari tíð, soleiðis at mótstøðan á ongan hátt megnaði at skapa nakran sum helst spenning.

Nú verður tað steypakapping mikudagin, áðrenn vit á Tórsvølli taka ímóti KÍ næsta sunnudag.

 

AB-B36 0-4 (0-1)

0-1: Michal Przybylski, 10.

0-2: Árni Frederiksberg, 46.

0-3: Sebastian Pingel, 66.

0-4: Meinhard Olsen, 86.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen (Martin Agnarsson, 76.), Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard, Andreas J. Thomsen – Magnus H. Jacobsen (Brian Jakobsen, 80.), Erlendur Magnusson (Mattias W. Joensen, 88.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pinge

Gult kort: Erlendur Magnusson

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan