Steyp og oddasess
Fríggjadagur, 26. juni 2020 21:48

alt

Aftur brendu vit hópin av møguleikum, men at enda kundi eingin við Margáir mótmæla, at vit áttu trygga sigurin uppibornan

 

Hóast heimaliðið hevði steyp at stríðast fyri, so var eingin ivi um, at vit vóru favorittar undan dagsins dysti.

Tað vísti seg eisini rættiliga skjótt, at vit vóru munandi meira á bóltinum, men tað skuldi tó eitt kontra-álop til, áðrenn vit komu á odda.

Eftir einum sjey minuttum fekk EB/Streymur hornaspark, og teir tóktust halda trýstinum, tá Pingel fangaði bóltin. Við eini framúr sending fann hann Meinhard, sum setti fulla ferð á. Bakkurin varð settur av, og tá bólturin varð lyftur móti handara stólpa, kom Magnus Holm Jacobsen sum óvæntaða hetjan og stútaði bóltin í netið.

Hetta gav okkum frið yvir spælið, og næsta longu løtuna stýrdu vit fullkomuliga dystinum. Heimamenninir vórðu tvingaðir at renna nógvar metrar í royndunum at skerma av, og tað burdi eisini givið okkum okkurt málið. Men tvær ferðir vórðu royndir ruddaðar av málstrikuni, og tí einu ferðina drønstútaði Brian beint skeivu megin stólparótina. Hóast verjukendir, so tænir tað gestunum til rós, at teir spældu óvanliga siðiliga. Tí tað var merkisvert, at tað gekk hálvur tími, áðrenn fyrsta frísparkið fall í okkara lut.

Tað komu tó ikki fleiri mál undan steðginum, og eftir steðgin tóktist tað, sum høvdu nervar aftur hug at plága okkum nakað. Vit vóru ikki heilt so sannførandi á bóltinum, men tá EB/Streyma-verjan framdi eitt mistak, vóru vit til reiðar at revsa. Helst ætlaði liðskiparin hjá vertunum at stúta spakuliga aftur til egnan málverja, eftir at innlegg frá Árna ferðaðist eitt sindur aftur og fram. Men Eli var árvakin, og úr tveimum metrum hamraði hann bóltin í netið.

Vit høvdu aftur nú fleiri møguleikar at punktera spenningin fullkomuliga, men teir vórðu misnýttir. Seinasta korterið fingu vertirnir eisini onkran heilt góðan møguleika, tá vit ikki vóru heilt skarpir í verjuni, men lukkutíð kostaði hetta einki.

Og at enda settu vit eisini punktum. Eftir skjóta umstilling varð Árni púra blankur, og ískaldur sendi hann bóltin fram við málverjanum og í netið. Seinasta sparkið í dystinum átti at økt leiðsluna, men ta ferðina sendi Pingel á stólparótina, áðrenn Árni sendi returin uppum.

Tað bilti tó minni. Stigini vóru okkara, og aðru ferð á rað hildu við nullið. Tað merkir, at vit beint nú eru oddalið í deildini, og tað kunnu vit í øllum førum njóta fram til sunnudagin. At vit so eisini fingu steyp fyri ómakin, gjørdi ikki dagin verri

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan