Trý góð stig
Sunnudagur, 21. juni 2020 18:29

Tað stóð nógv á í oysandi regninum, sum var í Fuglafirði í dag. Men vit stóðu ímóti trýstinum, og móti dystarenda megnaðu vit at punktera spenningin

 

Tað vóru tvey lið, sum tíma væ at leypa á, sum hittust í Fløtugerði í dag.

ÍF hevur í ár havt hug at bróta seg inn í siðvanda top-5, og í løtum av dystinum í dag vístu teir eisini, at teir hava evnini til hetta.

Tað vóru tó vit, sum byrjaðu betur, og vit høvdu eisini møguleikan at leggja okkum á odda. Størsti møguleikin var ein dupultur av slagnum, tá Pngel fyrst snaraði sær á og smekkaði til, og tá málverjin hálvbjargaði, var Michal fyrstur á returinum, sum tó varð sendur beint í krovið á liggjandi málverjanum.

Hinvegin vóru so avgjørt eisini vandastøður í okkara brotsteigi. Ta einu ferðina endaði skeiv sending á miðvøllinum við, at Sámal Joensen varð spældur púrasta blankur, men ein móti einum vann Rói tann tvídystin.

Tað gjørdi Rói eisini, tá ÍF løtu seinni fekk brotsspark. Jan Ellingsgaard varð settur at skjóta, men Rói las hann av, og so kundi eisini tann bólturin ruddast av vegnum.

Og tá ÍF ikki tók av sínum møguleikum, so eydnaðist tað tíbetur okkum at fáa eitt mál. Ágangandi álopsspælið, sum vit vístu størsta partin av fyrra hálvleiki, gav úrslit í fleiri hornaspørkum, og tað var eftir eitt av hesum, at bólturin endaði í netinum. Akkurát hvussu, er eitt sindur ilt at siga. Pingel reyk umkoll, tá Stefan sendi innfyri, og tað endaði í øllum førum við, at ein heimamaður varð skrásettur fyri sjálvmál.

Vit høvdu aðrar góðar støður, og eitt nú sendi Árni ein mann í gólvið við eini frísparkskanón, men tað var bert tað eina málið á muni í steðginum.

Og tað var næstan ov lítið. Í øllum førum kom ÍF væl betri út til seinna hálvleik. Teir vunnu at kalla allar annað-bóltarnar, og tí eydnaðist at leggja eitt gott trýst á okkum. Fleiri ferðir komu teir í góðar støður til innlegg, og enn einaferð mátti Rói stórbjarga, tá stútað varð úr stuttari fjarstøðu.

Vit hóttu tó eisini. Kanska ikki so nógv, sum vit gjørdu undan steðginum, men nakrar ferðir var talan um góðar kontrastøður.

Inn vildi bólturin tó ikki til avgerandi málið. Málverjin stórbjargaði í tveimum atløgum, tá Pingel fyrst skeyt og síðani stútaði, og Michal steðgaði onkursvegna heilt upp, tá hann varð spældur leysur. Fleiri aðrar ferðir var talan um vandamikil innlegg, men vit máttu bíða fram móti dystarenda, áðrenn sigurin varð staðfestur.

Meinhard sendi neyvt frísparksinnlegg úr høgru, og so kundi Brian akkurát stýra bóltinum niður við stólparótina. Og í yvirtíðini vórðu leiklutirnir býttir um, tá Brian hegnisliga spældi Meinhard leysan, eftir at innskifti debutanturin, Martin Agnarsson, hevði vunnið okkum bóltin í góðum mótpressi.

So bilti tað minni, at áskoðarar og spælarar vóru á kroppi. Stigini komu í posan, og júst tað var týdningarmest av øllum!

 

ÍF-B36 0-3 (0-1)

0-1: Sjálvmál, 39.

0-2: Brian Jakobsen, 86.

0-3: Meinhard Olsen, 90.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Stefan Radosavljevic (Magnus H. Jacobsen, 63.) – Árni Frederiksberg (Martin Agnarsson, 88.), Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 75.)

Gult kort: Magnus H. Jacobsen

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

Betrideildin, menn

 12. umfar - Tórsvøllur

Sunnudagin 12. juli - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 11. juni - kl. 14:00

B68 - B36

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Sunnudagin 12. juli - kl. 12:30

KÍ - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, B36-KÍ?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan