Hamrandi órættvíst
Týsdagur, 16. juni 2020 22:13

Vit kunnu sjálvandi fyrst og fremst takka okkum sjálvum, at vit ikki gagnnýttu møguleikarnar betur. Men talan var veruliga um stuldur, tá NSÍ í dag fór úr Gundadali við einum stigi

 

Um Runavíkingar flenna allan vegin heim í kvøld, er tað einki løgið í tí. Snøgt sagt, so vórðu teir spældir langt undir graslíkið í seinasta heimadystinum, sum okkara Betri-menn spældu á hesum undirlagnum.

Frá byrjan av, var talan um støðugt trýst móti málinum Lønina fingu vit longu eftir trimum minuttum, tá eitt fríspark varð dømt til Árna. Frísparkið var hampuliga langt útifrá, men kortini royndi Árni seg við knallhørðum skoti, sum kavaði niður móti málinum. Tvørtræið var fyri, men Pingel var fyrstur á returinum, og so stóð 1-0.

Hetta fekk okkum á ongan hátt at seta ferðina niður. Vit royndu støðugt at trýsta, og hóast tað eisini gav NSÍ møguleika til mótálop, so var eingin ivi um, at okkar álop var munandi meira vandamikið enn tað hjá gestunum.

Pingel hevði stóran møguleika, tá hann fullkomuliga fangaði Tórð á skeiva beininum, men tíverri smoygdi bólturin seg framvið, og eina ferð kendu vit okkum snýtt fyri brotsspark, tá runavíkingur nokk blokeraði skotroynd frá Eli við arminum.

Eina løtu miðskeiðis í fyrra hálvleiki hevði NSÍ eitt ávíst trýst, men veruligar vandastøður spurdust ikki burturúr, og so tóku vit aftur yvir. Eina ferð skuldi Troest vist nokk fingið eitt meira enn orangu-litt kort, tá Stefan fekk ein álboga, tá hann var ávegis til heit góða støðu, men hetta sá so eingin í dómarabólkinum.

Eftir steðgin helt einvegis ferðslan fram. Álopini skolaðu móti NSÍ-málinum, men inn vildi bólturin ikki. Tórður hevði havt eina stórbjarging undan steðginum, men hann var prísgivin, tá Pingel slapp leysur, men ólukkutíð brast skotið á tvørtræið.

Og tá hvørki Tórður ella tvørtræið kundu brúkast, kom linjudómarin gestunum til hjálpar, tá hann hevði flaggið á lofti, hóast eingin ivi er um, at málið hjá Pingel skuldi verið viðurkent, eftir at vit fangaðu uppspæl frá NSÍ.

Og so so hendi tað, sum ikki mátti henda, men sum kortini ofta hendir í fótbólti. Einastu ferðina, at NSÍ veruliga skapti sær ein kjans, slapp Petur Knudsen púra leysur inn um okkara verju, og so stóð 1-1. Hamrandi órættvíst, men tíverri eisini ískaldur veruleiki.

Restina av dystinum royndu vit støðugt at skapa møguleikan, sum aftur kundi skjóta okkum framum. Talan varð eisini um hópatals vandastøður, og aftur mátti Tórður toga onkra stórbjarging fram. Nakrar ferðir kom onkur gulur kroppur sendandi framvið, tá kanónskot vórðu latin av, og til seinastu skutu vit onkursvegna niður í svørðin og uppum.

Dómarin kom aftur í fokus, tá hann rak Jákup av beinkinum, eftir at ein innkastdómur ikki gekk okkara veg. Uttan iva ein púra óneyðug útvísing, men tað skal á ongan hátt verja tey róp, sum seinni vóru at hoyra frá áskoðarum móti dómaranum frá okkara áskoðarum. Slík róp vilja vit fegin vera fyriuttan!

Tað broytti tó einki. Eftir ein framúr dyst frá okkara monnum stóð framvegis 1-1 á mátalvuni. Einasta troystin í tí man vera, at marginalar sigast at javna seg út yvir eitt langt kappingarár. Er tað veruliga so, so eiga vit fleiri hepnar sigrar tilgóðar.

 

B36-NSÍ 1-1 (1-0)

1-0: Sebastian Pingel, 3.

1-1: Petur Knudsen, 67.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnusson, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (Benjamin Heinesen, 80.) – Eli F. Nielsen, Michal Przybylski – Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic (Brian Jakobsen, 85.), Meinhard Olsen – Sebastian Pingel.

Gult kort: Stefan Radosavljevic, Árni Frederiksberg, Meinhard Olsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

Betrideildin, menn

 12. umfar - Tórsvøllur

Sunnudagin 12. juli - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 11. juni - kl. 14:00

B68 - B36

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Sunnudagin 12. juli - kl. 12:30

KÍ - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, B36-KÍ?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan