Aftur á slóðina
Leygardagur, 13. juni 2020 21:59

Við tryggum sigri á EB/Streymi komu vit aftur í gongd við stigasavnanina

 

Á pappírinum var talan um ein dyst, sum vit skuldu vinna, og tað stóð eisini rættiliga skjótt greitt, at vit vóru væl og virðiliga omaná, tá EB/Streymur vitjaði fríggjakvøldið.

Gestirnir løgdu seg djúpt, og tí gekk mest sum alt spælið á hálvuni hjá EB/Streymi. Tað gekk tó ikki heilt so væl at skapa upplagdar møguleikar, men við at brúka høvdið, fingu vit sent neyðugu bóltarnar í netið.

Fyrsta málið kom longu eftir einum korteri, tá Árni sendi fríspark innfyri úr høgru. Pingel var hægstur, og so sníkti bólturin seg inn undir málverjan.

Vit høvdu áhaldandi nógvar góðar støður, men vit máttu bíða til dygst undan steðginum, áðrenn leiðslan varð tvífaldað.

Hesa ferð var fríspark í høgru, og tá Stefan sendi innfyri, kundi ein púrasta blankur Michal stúta í netið í 2-0.

Sami Michal stútaði eisini til 3-0 stutt eftir steðgin, eftir at Meinhard hevði gjørt gott forarbeiði, og so var mest sum leyst og liðugt.

Eitt sindur av spenningi kom í, tá gestirnir minkaðu um munin, men heilt vandamikið gjørdist tað ongantíð. Vit høvdu áhaldandi nógvar royndir, og stutt undan dystarloki kundi Meinhard hegnisliga senda bóltin í handara síðunet. Pingel hevði eisini bóltin í netinum eina ferð í yvirtíðini, men tá hevði Hannes verið rangstaddur í uppspælinum, so málið taldi ikki við.

Týdningarmest av øllum, so fingu vit stigini, sum vit skuldu hava, og tí hanga vit framvegis í fremru liðunum á stigatalvuni. Longu týskvøldið er aftur heimadystur á skrá, tá NSÍ kemur á vitjan.

 

B36-EB/Streymur 4-1 (2-0)

1-0: Sebastian Pingel, 16.

2-0: Michal Przybylski, 41.

3-0: Michal Przybylski, 50.

3-1: Símun Sólheim, 69.

4-1: Meinhard Olsen, 89.

 

B36: Rói Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad (Magnus H. Jacobsen, 10.), Erlendur Magnusson (Hannes Agnarsson, 73.) – Eli F. Nielsen (Brian Jakobsen, 60.) Stefan Radosavljevic – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Meinhard Olsen, Magnus Jacobsen

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan