Málini skola inn
Sunnudagur, 07. juni 2020 20:47

Annan dystin á rað lótu vit fýra mál fara ígjøgnum. Tá er trupult at vinna fótbóltsdystir, og hetta má broytast alt fyri eitt

 

At Víkingar vóru svangir, tá vit komu á vitjan, vóru vit fullvæl greið um. Tí skuldi tað ikki komið óvart á, at vertirnir løgdu fyri sum eitt óløgi sunnudagin, men onkursvegna tóktust okkara menn ikki til reiðar til orkufulla spælið frá mótstøðuni.

Fyrstu longu løtuna vóru vit um ein háls, og fleiri ferðir var talan um vandastøður í okkara brotsteigi, uttan at hetta kostaði av álvara.

Spakuliga royndu vit at koma aftur í dystin, men best sum vit veruliga vóru í ferð við at hótta, fall hamarin í hinum endanum. Eftir gott álop frá okkum varð bólturin gúppaður niðan á okkara hálvu. Har slapp Sølvi heldur lætt avstað, og so kundi hann senda bóltin til Lava, sum kvittaði fyri.

Tað eydnaðist okkum at koma upp á javnt, tá ein Víkingahond í brotsteiginum gav okkum brotsspark. Tað sendi Árni í kassan, men áðrenn vit veruliga høvdu fingið armarnar niður, vóru vertirnir aftur á odda. Hesa ferð mistu vit í uppspælinum, og tá Lava ikki fann sær nakran at avlevera til, langaði hann til úr stórari fjarstøðu. Ein son perla av einum skoti, men tað var nú spell, at ein slík one-in-a-million-roynd skuldi eydnast júst móti okkum.

Sami Lava var nær við hattrick beint undan steðginum, sum ivaleyst kendist tiltrongdur hjá okkara monnum. Men hóast tað ivaleyst varð tosað við stórum bókstavum í steðginum, so broytti tað ikki tað heilt stóra.

Tað var framvegis Víkingur, sum hevði hug at dominera dystin, og fleiri ferðir var okkara verja um ein háls av sterka Lava-manninum í álopinum. Burtur úr ongum fingu vit tó javnað, tá Stefan sendi hornaspark inn í høvdið á Eli, men aftur var gleðin stokkut. Sera stokkut. Fyrst slapp Jákup Johansen á markinum til rangstøðu at senda bóltin innfyri, og tá Gunnar Vatnhamar fekk sett fótin á, metti Rói helst, at bólturin skrúvaði upp um tvørtræið. Tað hendi tó ikki, og fagnaðurin á heimamonnunum gjørdist ikki minni, tá teir stutt eftir øktu til 4-2 eftir brotsspark, sum tóktist heldur bíligt, og sum í øllum førum var óneyðugt. Ikki minst tí hetta eisini kom eftir støðu, har vit lótu okkum trýsta til verjumistak.

Seint í dystinum komu vit til fleiri góðar støður, og eitt nú var Pingel meira enn bara óheppin, tá ein roynd varð bjargaði á strikuni, meðan onnur brast undir tvørtræið. Eisini hava arbeiðssami áleyparin aðrar góðar royndir, men mál kom ikki, og so var annað tapið á rað veruleiki.

Eitt er, at vit við tveimum tapum eru settir nakað eftir í oddastríðnum, har grannarnir hava hug at skræða seg heilt leysar. Annað er, at vit í hesum báðum tapunum hava latið ikki færri enn átta mál inn, og tað gevur okkum nakað at hugsa um.

Tað eru bara fimm dagar, til vit aftur skulu royna okkum, tá EB/Streymur kemur á vitjan í Gundadali. Á pappírinum er tað uttan iva ein uppgáva, sum eigur at kasta trý stig av sær, men fyrst og fremst skulu okkara menn finna sær arbeiðshandskarnar fram.

 

Víkingur-B36 4-2 (2-1)

1-0: Andreas Lava Olsen, 20.

1-1: Árni Frederiksberg (br.), 26.

2-1: Andreas Lava Olsen, 33.

2-2: Eli F. Nielsen, 56.

3-2: Gunnar Vatnhamar, 57.

4-2: Sølvi Vatnhamar (br.), 64

 

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andreas Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad (Ragnar Samuelsen, 75.), Erlendur Magnusson – Eli F. Nielsen, Michal Przybylski – Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic (Brian Jakobsen, 71.), Meinhard Olsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Michal Przybylski, Sebastian Pingel, Sonni Ragnar Nattestad

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan