Taptu ruddiliga
Mánadagur, 01. juni 2020 18:46

Eina løtu í seinna hálvleiki vóru vit á odda. Men samanum tikið var einki at ivast í, at HB var betra liðið í grannauppgerðini í dag

 

Veðrið var av tí fagrasta, og áhugin at síggja grannauppgerðina í bestu mansdeildini var stórur. Somikið stórur, at fleiri máttu vendast í hurðini, tí áskoðaratalið var komið at markinum fyri, hvussu nógv Gundadalur tekur í hesum korona-tíðum.

Karmarnir vóru framúr, men á vøllinum gekst ikki heilt so væl hjá okkara monnum at halda fast í góða stimanum, sum vit hava verið í fyrstu umførini.

Frá byrjan vóru tað teir reyðu og svørtu, sum settu seg við stýrisvølin. Við kvikum spæli og góðum trýsti órógvaðu teir okkum støðugt, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn teir løgdu seg á odda. Ein langur bóltur varð spældur inn um verjuna hjá okkum, har Nygaard legði bóltin av til Pætur Petersen, sum kaldur sendi bóltin inn um stólparótina.

Tað vóru fleiri aðrar vandastøður kring okkara brotsteig, har Rói og verjan høvdu úr at gera, men spakuliga komu vit okkum eisini sjálvir í onkrar góður støður. Og brádliga stóð okkum í boði at javna til 1-1. Alex sendi innfyri úr vinstru, og so var Michal knappur á bóltinum, so verjuspælari sparkaði okkara mann heldur enn bóltin.

Brotssparkið setti Alex trygt í netið, men høvdu vit roknað við, at hetta skuldi seta gongd á okkum, so fóru vit skeiv. HB sat framvegis á tí mesta, men tað eydnaðist at halda støðuni til hálvleiks.

Ofta kann ein hálvleikur koma væl við, men tað var kanska ivasamt, um tað var soleiðis hesaferð. Framvegis tóktist, sum vóru vit ikki meira enn næst bestir á degnum, og HB koyrdi víðari í sama geari.

Burtur úr ongum komu vit tó á odda, tá Michal fekk fatur á leysum bólti, og so spurtaði hann einar 40 metrar, áðrenn hann langaði bóltin í netið.

Ein løtu vóru vit í sjeynda himni, men vit komu so ruddiliga úr barónaseingini. Hesa ferð eydnaðist tað Heðini Hansen at fáa bóltin inn til Pætur, sum hegnisliga beindi í netið til javnleik. Og tað gekk ikki leingi, áðrenn vit aftur vóru við undirlutan. Hesa ferð slapp Shaki sera lætt inn um okkara verju, og so langaði hann bóltin við handaru stólparót.

Og so gekk tað bara verri og verri, mugu vit siga. Alex fekk reyt kort í eini støðu, sum líktist frustratión, tá hann nokk skuldi fingið fríspark í fyrru støðuni. 10 móti 11 plaga vit at kunna trýsta HB, og tað gjørdu vit eisini eina løtu. Pingel sendi enntá bóltin í netið, men tað málið varð kolldømt, og ístaðin varð tað HB, sum móti dystarenda kundi økja til 4-2 efitr hornasparksstøðu.

Tað var kanska heldur ikki meira enn tað, sum vit áttu fyri dagin. Í mun til so nógvar aðrar grannuppgerðir, sum vit hava spælt millum ár og dag, so tóktist tendringin so ella so ikki at var tann rætta. Ella kanska var tað bara so, at hetta ikki var okkara dagur.

Tapið var okkara fyrsta í ár, og tað svíður sjálvandi eyka fast, tá tað kom ímóti grannunum, sum nú eru einsamallir á odda. Talan er tó «bara» um ein dyst av 27. Sunnudagin bíðar aftur stór uppgáva, tá vit vitja í Sarpugerði, so til ta tíð er bara eitt at gera – og tað er at koma upp aftur á hestin.

 

B36-HB 2-4 (1-1)

0-1: Pætur Petersen, 10.

1-1: Alex Mellemgaard, 18.

2-1: Michal Przybylski, 57.

2-2: Pætur Petersen, 61.

2-3: René Shaki Joensen, 65.

2-4: René Shaki Joensen, 90.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen (Ragnar Samuelsen, 60.), Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Stefan Radosavljevic, 69.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski (Brian Jakobsen, 84.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Benjamin Heinesen, Eli F. Nielsen

Reytt kort: Alex Mellemgaard

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan