Stigini hava alt at siga
Hósdagur, 28. mai 2020 11:00

(mynd: Bjartur Vest/portal.fo)

Nakar poleraður fótbóltur varð tað sjáldan talan um við Stórá. Men vit fingu stigini, sum vit komu eftir, og tað hevði alt at siga

 

Móti TB við Stórá er talan altíð um stórt knoss, og tað var einki udnantak, nú vit í miðviku fóru um Suðuroyarfjørð.

Eitt lot var eftir vøllinum, og fyrra hálvleik høvdu vit hetta undan, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn vit høvdu lagt okkum á odda. Eitt langt innkast frá Benjamin varð í fyrstu atløgu ruddað, men tá Stefan í aðru atløgu sendi innfyri, var Michal fyrstur á og beindi bóltin í meskarnar.

Eftir hetta tóktust vit hava takið. TB-verjan helt seg ofta ovarliga á vøllinum, og tað gav møguleika at spæla djúpt, men har restaði líkasum seinasti sentimeturin, hvørja ferð ein av okkara var um at sleppa leysur.

Ístaðin var tað TB, sum fekk arbeitt seg inn í dystin, og teir byrjaðu eisini at gerast vandamiklir. Og um miðjan hálvleikin gekk eisini galið. Hesa ferð slapp TB-spælari at draga beint eftir miðásini, og tá skotið varð latið av, fekk Pól Ingason toygt seg fram og avrætta bóltin í netið.

Sami Ingason var um reppið at gera tað ordiliga súrt fyri okkum, tá hann tvær ferðir kom í sera góða støðu. Men tíbetur fór fyrra royndin himmalhøgt uppum, meðan tann seinna fór langa leið við síðurnar av málinum.

Og tað megnaðu okkara at revsa. Aftur var talan um innkast í vinstru, men hesa ferð tók Aleks stutt, áðrenn hann sendi innfyri, og eftir at bólturin ferðaðist høvd av høvdið, var Sonni Ragnar ískaldur, tá hann fluktaði bóltin í netið.

Tað gav okkum frið fram til steðgin, og tá fekk Jákup tosað eitt sindur hart við spælararnar. Í øllum førum løgdu vit bragdliga fyri eftir steðgin, og eftir bara tveimum minuttum økti Meinhard til 3-1, tá hann varð stungin avstað í vinstru.

So var dysturin, har vit vildu hava hann. Vertirnir noyddust at satsa alsamt meira, og so dúvaðu vit upp á umstillingar. Tað gav fleiri góðar støður, og eina ferð var Michal púra blankur, men mál spurdust ikki burturúr.

Tað kostaði tó einki, tí sigurin kom til høldar, og tað hevur alt at siga. Tað er neyvan nakað lið, sum væntar at spæla poleraðan fótbólt á útivølli móti TB, har tað fram um nakað er hart arbeiði, sum skal til. Tað vístu okkara, og so er stigatalið framvegis fult, áðrenn vit annan hvítusunnudag eiga heimavøll móti grannunum fyri norðan í Gundadali.

 

TB-B36 1-3 (1-2)

0-1: Michal Przybylski, 7.

1-1: Pól Ingason, 28.

1-2: Sonni Ragnar Nattestad, 41.

1-3: Meinhard E. Olsen, 49.

 

B36: Mattias  Lamhauge – Benjamin Heinesen (Magnus H. Jacobsen), Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Michal Przybylski – Árni Frederiksberg, Stefan Radosavjlevic (Ragnar Samuelsen, 65.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 71.)

 

Bult kort: Stefan Radosavjlevic

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

Betrideildin, menn

 12. umfar - Tórsvøllur

Sunnudagin 12. juli - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 11. juni - kl. 14:00

B68 - B36

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Sunnudagin 12. juli - kl. 12:30

KÍ - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, B36-KÍ?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan