Kortspæl í málveitslu
Leygardagur, 23. mai 2020 18:42

alt

Vit vunnu tryggan stórsigur móti Skála, men tað klæddi illa avrikinum, at heili fimm gul kort fullu í okkara part

 

Stigaleysa Skála vitjaðu okkum í dag, og lítil ivi var um favorittleiklutin.

Skála hevur sett nógv nýtt folk við, og tí roknaðu tey flestu við, at vit skuldu síggja ein dyst, har mótstøðan fyri tað mesta var í skotgrøvini, meðan álopini heglaðu yvir teir.

Partvíst var hetta rætt, tí fyri tað nógva var fyrri hálvleikur eitt langt álop frá okkara monnum. Men vit sóu samstundis nakrar óræddar mótstøðumenn, sum royndu at spæla bolt, og sum royndu at fara í mótálop, tá møguleikin beyðst. Tað gjørdi hann onkra tíð, og eftir einum korteri fingu vit øll ein lítlan hvøkk, tá gestirnir løgdu seg á odda. Uppspælið var í høgru, og tá okkara verja ikki megnaði at rudda burtur, var Jan Ingason Hansen knappur.

Kanska órógvaði tað verjuna nakað, at Andrias Eriksen noyddist at gevast undir upphitingini. Tað noyddi Eli aftur í miðverjuna, og hóast hann stóð stinnur har, so restaði hann nokk eisini í uppruddingararbeiðinum á miðvøllinum.

Hvøkkurin var tó ikki størri enn so, at okkara menn framvegis settu ferð á móti málinum, og seinastu 10 minuttirnar undan steðginum gjørdist talan um ordan ball.

Árni javnaði, tá hann smekkaði til leysan bolt eftir hornasparksstøðu. Michal skeyt okkum framum, tá hann rættaði stútara frá Pingel av – eisini eftir hornaspark, og so kundi Pingel skora úr spískum, áðrenn Alex beint undan steðginum revsaði mistak í Skála-uppspælinum.

So var líkasum liðugt, og eftir steðgin var heldur ikki nær til sama ferð á. Vit fingu tó eina sanna perlu, tá Meinhard skoraði framúr vakurt mál til 5-1, og tá Skála minkaði um munin eftir brotsspark, ferðaðist pinnurin ikki eina ferð runt, áðrenn Ragnar hevði endurstovnað fýra-mála stóru leiðsluna.

Hon helt á mál, og sjálvandi fegnast vit um greiða sigurin, tey trý stigini og eina framhaldandi perfekta byrjan.

Men vit hava tó loyvi at ilskast um kortini, sum vórðu givin. Tað er væl møguligt, at dómarin ikki altíð var til vildar, og tað kann mann vera ónøgdur um. Men at fáa fimm gul kort í einum stórsigri - harav tvey vórðu givin í yvirtíðini – tað er ikki ok, og ivaleyst verður meira enn tann eini krossurin settur í innanhýsis bótakassan hjá liðnum.

 

B36-Skála 6-2 (4-1)

0-1: Jan I. Hansen, 15.

1-1: Árni Frederiksberg, 25.

2-1: Michal Przybylski, 36.

3-1: Sebastian Pingel, 38.

4-1: Alex Mellemgaard, 45.

5-1: Meinhard Olsen, 73.

5-2: Niels Pauli Danielsen (br.), 83.

6-2: Ragnar Samuelsen, 84.

B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen (Ragnar Samuelsen, 65.), Eli F. Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad (Stefan Radosavjlevic, 65.), Alex Mellemgaard – Magnus H. Jacobsen, Erlendur Magnusson – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 76.)

Gult kort: Árni Frederiksberg, Magnus H. Jacobsen, Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson, Alex Mellemgaard

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Við Stórá - 4. umfar

Mikudagin 27. mai - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, B36-Skála 6-2 ?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan