Samba í sólini
Sunnudagur, 17. mai 2020 18:51

Fyrra hálvleik var talan um sannan samba-bólt, tá vit ”bara” skoraðu tvey mál. Hóast støðið dalaði eftir steðgin, kom sigurin móti AB ongan tíð í vanda

 

Tveir dystir, seks stig og framvegis hevur verjan hildið púrasta tætt.

Jú. Byrjanin upp á ársins seinkaðu útgávu av Betri-deildini hevur verið heilt fín fyri okkara viðkomandi, og tað var ikki tað heilt stóra, sum AB fekk gjørt við hetta, tá teir vitjaðu í Gundadali í dag.

Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær til dystin. Ja – somikið nógv, at tað var um reppið, at ásetta korona-markið varð rokkið. Og fyrstu trý korterini sóu tey eisini, at her var klassamunur á liðunum.

Ofta hava vit havt trupulleikar av AB í Gundadali – serliga um tað hevur eydnast gestunum at toga leikferðina niður – men soleiðis var ikki fyrstu trý korterini.

Frá fyrsta bríksli blástu vit avstað við álopsfótbólti, og vit pent sagt svumu í góðum støðum og góðum møguleikum.

Ein AB-fótur skuldi tó til, áðrenn vit komu á odda. Benjamin streyk avstað í høgru, og tá hann legði hart innfyri, var verjsupælari hjá mótstøðuni óheppin at beina bóltin í egið mál.

Møguleikarnir komu framvegis, og tað eydnaðist eisini at koma upp á 2-0 eftir einum korteri. Hesa ferð var Pingel arkitekturin, tá hann streyk avstað í vinstru. Hann dróg nakað inn í vøllin, áðrenn hann legði av til Árna, og so smoygdi kúlan seg inn um stólparótina.

Tað hevði á ongan hátt verið órættvíst, um leiðslan í steðginum var størri. Men vit vóru ikki nóg neyvir, og ta einu ferðina hevði AB-málverjin eina stórbjarging, tá Meinhard krúllaði bóltin móti handara málhorni.

Eftir steðgin fullu vit nakað í ferð, og partvíst beyð AB okkum eisini upp til dans. Framvegis høvdu vit mesta spælið, men vantandi ferðin gjørdi, at møguleikarnir ikki vórðu eins nógvir og eins stórir. AB fekk eisini møguleikan til nøkur kontra, og onkra ferðina høvdu teir hug at gerast dekan ov vandamiklir.

Nakrar ferðir lógu teir framvið, og størsta møguleikan fingu teir, tá vit fóru um teir 90 minuttirnar. Tíbetur endaði royndin úr spískum í føvninginum á Símun Rógva, og so gekk skjótt hinvegin. Pingel streyk avstað í høgru, hóast verjuspælari royndi at steðga honum, og tá hann kom einsamallur móti málverjanum, legði hann kølin út frá til Meinhard, sum punkteraði dystin.

Enn er árið ungt, og vónandi eru 25 dystir eftir at spæla. Men byrjanin gevur gott mót, og so er at vóna, at vit halda fast í hesum, tá vit um lítla viku fáa vitjan av Skála.

 

B36-AB 3-0 (2-0)

1-0: sjálvmál, 8.

2-0: Árni Frederiksberg, 16.

3-0: Meinhard Olsen, 90.

B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Erlendur Magnusson (Andreas Thomsen, 83.) – Eli F. Nielsen, Michal Przybylski (Magnus H. Jacobsen, 69.) – Árni Frederiksberg, Stefan Radosavjlevic (Andrass Johansen, 79.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Einki

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League

 Victoria Stadium, Gibraltar

Hósdagin 20. august - kl. 17:30

  -----------------

1. deild menn

Kapping er útsett vegna korona

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Kapping er útsett vegna korona

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, Skála-B36?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan