Vit elska Djúpumýru
Leygardagur, 09. mai 2020 18:20

Aftur vístu okkara menn, at teir stórtrívast í Klaksvík. Og aftur hesa ferð fóru vit avstað við einum 2-0 sigri

 

 

Byrjanin upp á Betri-deildina kundi ikki vera betri fyri okkara viðkomandi. Hóast uppgávan var tann størst møguliga – á útivølli móti meistarunum – so fóru vit norður við góðum treysti. Ikki minst tí hagtølini so ruddiliga staðfesta, at vit stórtrívast í Klaksvík.

Á vøllinum var uppstillingin á leið tann, sum roknast kundi við. Hugin var úti við smávegis skaða, og tað sama var Pingel, men hesin seinni var tó við á beinkinum – tíbetur!

Dystargongdin var á leið tann, sum roknast kundi við. Fyri báðar ráddi kanska einamest um at ansa mótstøðuni, og tí var tað ikki tað heilt stóra, sum varð satsað fram eftir vøllinum. Treyðugt so, so tóktist tað, sum høvdu okkara menn betri tamarhald á spælinum. Teir heilt stóru møguleikarnar gjørdist talan sjáldan um, men ta einu ferðina gjørdist Meinhard vandamikil úr spískum, og eisini mudni Stefan skorað, tá hann lyfti bóltin upp um KÍ-málverjan, sum var komin út. Eitt KÍ-bein tók tó við bóltin á vegnum, og so datt bólturin niður á nettakið. Hinvegin hevði KÍ eisini sín stóra møguleika, tá Patrik stýrdi stútara á tværtræið.

Eftir steðgin var gongdin á leið tann sama. Um nakað, so høvdu vit nú enn betri tak á dystinum. Onkra hendinga ferðina var KÍ heilt vandamikið – Bjartalið høgdi á stólpan ta einu ferðina – men í tiltiknu góðu støðunum vóru vit greitt omaná.

Michal hevði góðan møguleika, og eina ferð rullaði ein tvørbóltur frá Meinhard tvørtur um málteigin. Avgernadi løtan kom, tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Alex átti dagsins detalju, tá hann í besta Zidane-stíli krúllaði seg millum fýra klaksvíkingar, áðrenn hann sendi Meinhard avstað. Í fyrstu atløgu fór innleggið ov langt, men bólturin varð fangaður aftur, og tá Árni beindi nýtt innlegg avstað, ofraði Pingel so fult og heilt í luftdystinum, so hann onkursvegna fekk stýrt bóltin í kassan.

Ovurstórur fagnaður á okkara monnum, og tað skuldi gerast enn betri. Eins og teir gjørdu í fjør, so royndi KÍ at trýsta seg niðan móti okkara máli seinastu løtuna, men aftur hesa ferð revsaðu vit teir. Odmar var heldur óansin í avspælinum, og so streyk Pingel avstað. Hann brúkti styrkina til at trýsta seg framvið einasta verjuspælaranum, og tá Kristjan Joensen kom langt út at blokka Pingel, endaði bólturin hjá Meinhard, sum úr einum 40 metrum ískaldur sendi kúluna í tóma málið.

Tvey mál, trý stig og ein perfekt byrjan upp á kappingarárið. Og sum onkur helt fyri, so ger tað ikki støðuna verri, at vit í ár hava tveir útidystir móti KÍ.

 

KÍ-B36 0-2 (0-0)

0-1: Sebastian Pingel, 81.

0-2: Meinhard E. Olsen, 90.

B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad – Eli F. Nielsen (Erling D. Jacobsen, 88.), Magnus H. Jacobsen (Erlendur Magnusson, 61.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Stefan Radosavjlevic (Sebastian Pingel, 61.) – Meinhard E. Olsen

Gult kort: Árni Frederiksberg, Sonni Ragnar Nattestad, Eli F. Nielsen, Sebastian Pingel, Benjamin Heinesen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Við Stórá - 4. umfar

Mikudagin 27. mai - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, B36-Skála 6-2 ?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan