Finaluklárir
Sunnudagur, 20. oktober 2019 18:28

Við einum heldur teprum 1-0 sigri móti Víkingi syrgdu okkara menn fyri, at vit eru til reiðar til sanna FM-finalu um seks dagar

 

Setningurin var púrasta greiður, tá vit í dag vitjaðu hjá Víkingi. Í minsta lagi skuldu vit hava eitt stig fyri dystin, um vit vildu vera partur av FM-finaluni móti KÍ um eina lítla viku.

Víkingur hevði hinvegin ikki tað stóra at spæla fyri, og fyrstu løtuna tóktist hetta eisini eyðsýnt. Vit vóru omaná í flestu nærdystunum, og yvir høvur sá tað út til, at okkara menn vildu tað lítla pettið meira enn hinir.

Fleiri vandastøður høvdu eisini verið, áðrenn vit løgdu okkum á odda. Tá var talan um mistak í Víkinga-verjuni, og so var Lukasz ísakaldur og skotfintaði, áðrenn hann lagaði bóltin í meskarnar.

Eftir hetta hildu vit á við ágangandi spælinum, og hóast Símun Rógvi mátti finna eina stórbjarging fram, so vóru tað vit, sum vóru omaná. Og tað var bara stólpin, sum helt Lukasz frá at økja um leiðsluna.

Eftir steðgin var myndin ikki líka greið. Tað tóktist, sum fekk ótttin eina løtu fastatøkur á okkum, og hóast talan ikki var um veruligt trýst, so hevði Víkingur nú takið.

Vit hóttu eisini, og eitt nú langaði Stefan góðan møguleika og síðunetið, og dygst undan dystarenda hevði Michal eitt drønskot á tvørtræið.

Uttan fyri vøllin vóru vit tó ikki álvulig, fyrr enn Dagfinn Forná hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Sigurin og stigini bera við sær, at vit eru til reiðar at spæla FM-finalu, tá KÍ vitjar komandi leygardag. Vónandi við einum stórum heri av hart rópandi hvítum fjepparum.

 

Víkingur-B36 0-1 (0-1)

0-1: Lukasz Cieslewicz, 10.

 

B36: Símun Rógvi Hansen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Erling Davidsson, Alex Mellemgaard (Bjarni Petersen, 9.) – Eli F. Nielsen, Hugin Samuelsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Benjamin Heinesen (Hannes Agnarsson, 82.) – Lukasz Cieslewicz (Stefan Radosavljevic, 57.)

Gult kort: Michal Przybylski

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan