Aftur á odda
Leygardagur, 05. oktober 2019 19:07

alt

Meðan dysturin í Sarpugerði varð útsettur, gjørdu vit okkara skyldu í Hólmanum á Eiði, har talan gjørdist um tryggan sigur. Samstundis staðfestu vit, at vit sjeynda árið á rað eru til reiðar at spæla europiskan fótbólt

 

Tað var eingin slingur í valsinum, tá vit í dag vitjaðu í Hólmanum á Eiði.

Aftur hesa ferð hevði Jákup blandað kortini eitt sindur øðrvísi, og hesa ferð sóu vit aftur Símun Rógva í málinum, meðan Magnus Holm Jacobsen, Bjarni Petersen og Lukasz Cieslewicz vóru millum teir fyrstu ellivu.

Ein styrki hjá okkum í ár hevur verið, at vit hava nógvar framrættaðar spælarar, sum kunnu gera um seg á máltalvuni, men í dag vóru tað ikki teir, sum tóku pallljósið.

Tað gjørdi Hugin Samuelsen ístaðin. Slítarin hevur áður prógvað sítt máltev, men í Hólmanum í dag bar av.

Hann hevði fleiri góðar djúpar renningar, og tíðliga í dystinum fangaði Árni eina av hesum, tá hann við neyvari sending opnaði heimaverjuna. Hugin fekk akkurát fatur á bóltinum, og so kundi hann prika kúluna í netið til leiðsluna, sum vit so fegin vildu hava.

Og tað var aftur Hugin, sum økti til 2-0, tá hann stútaði hornaspark frá Lukasz í netið. Nakað seinni stútaði Hugin aftur í netið, men ta ferðina veitraði linjudómarin, so hat-tricki varð av ongum – ella mátti í øllum førum bíða.

Vit høvdu tamarhald á tí mesta undan steðginum, men eftir steðgin tóktust heimamenninir at ressast nakað, hóast teir nú spældu móti vindinum.

Nakrar vandastøður vóru, og vit vóru ikki heilt álvulig uttan fyri vøllin, fyrr enn Hugin aftur undirstrikaði sítt virði.

Hesa ferð átti Michal megnar forarbeiði, tá hann dróg einar 70 metrar við bóltinum í eini kontrarenning. Hugin tók langa túrin saman við Michal, og hann fekk eisini løn fyri stríðið, tá hann skumpaði bóltin í netið.

So var leyst og liðugt, og stigini vóru púrasta trygg. Heimamenninir megnaðu ikki veruliga at hótta, og so kundi Jónas sláa sigurin fastan, tá hann fyri aðru ferð í ár (og yvirhøvur) skoraði í bestu føroysku mansdeildini.

Sigurin ber við sær, at vit nú aftur eru ovastir í Betri-deildini. Í Sarpugerði varð dysturin blástur av, áðrenn hann byrjaði, og so mugu vit bara síggja, hvussu leikur fer har.

 

EB/Streymur-B36 0-4 (0-2)

0-1: Hugin Samuelsen

0-2: Hugin Samuelsen

0-3: Hugin Samuelsen

0-4: Jónas Tór Næs

B36: Símun Rógvi Hansen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Erling Dáviðsson – Hugin Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen (Hannes Agnarsson) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Benjamin Heinesen – Lukasz Cieslewicz (Brian Jakobsen)

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Ársveitslan 2019

Ársveitslan hjá B36 verður

02 november 2019

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

------ ÚTSELT ------

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gøta

  

Víkingur - B36

Sunnudagin 20/10 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - 07Vestur

Leygardagur 19/10 - kl.11:00

  -----------------

U21

B36

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, EB/Streymur-B36 0-4?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan