Vøkur mál
Sunnudagur, 22. september 2019 18:04

Spenningurin gjørdist ongan tíð tann stóri, men vit fingu nøkur framúr vøkur mál, tá tað í dag endaði við stórsigri móti ÍF

 

 

Á pappírinum var talan um ein dyst, sum bara skuldi avgreiðast. Móti botnproppinum var treytaleysa kravið trý stig, og tey komu eisini trygt inn á bókina.

Hesa ferð hevði Jákup broytt liðið nakað. Eli F. Nielsen er í vanda fyri at fáa leikbann, og tí sat hann á beinkinum, og tað sama gjørdu Jónas og Lukasz.

Fyrstu lítlu løtuna tóktust fuglfirðingar at trýsta okkum nakað, men tað gekk ikki so long tíð, áðrenn tingini vórðu sett upp á pláss.

Fyrsta høggið átti Árni, tá hann dróg nakað inn í vøllin, áðrenn hann úr gott og væl 20 metrum høgdi bóltin upp í hornið.

Gleðin gjørdist bara størri, tá Stefan løtu seinni sendi horna innfyri. Undan dystinum mintust vit Hugin Samuelsen, sum andaðist fyri stuttum, og tí var tað ikki annað enn hóskandi, at navnin og bróður-abbasonurin drønstútaði hornasparkið í netið.

ÍF dugdi eisini at skjóta vøkur mál, og eitt av teimum heilt vøkru kom eisini, tá teir minkaðu um munin. Helst var verjuspælið nakað sløsut, men skotið frá Hans Jákup Lervig tók bæði tvørtræ og stólpan á vegnum til meskarnar.

Tað gav kanska eitt vet av spenningi, men tað tók ikki Briani serliga langa tíð at punktera hendan. Fyrst stútaði hann horna frá Árna í stólpan og inn, og lítla seinni tacklaði hann seg inn um verjuna, áðren bólturin varð sendur í netið.

Tað mesta var avgjørt undan steðginum, og seinnu trý korterini koyrdi tað mesta í tómgongd. Nøkur mál komu tó afturat, og enn einaferð var talan um hornaspark, tá Erling stútaði innlegg frá Stefan í netið.

Karl Løkin minkaði um munin við góðum langskoti, men Árni hevði aftur eina perlu, tá hann úr 20 metrum skrúvaði bóltin í handara málkrók. Og loksins setti Stefan punktum, tá hann gjørdist leysur og úr spískum skrúvaði bóltin í meskarnar.

Trivaligi sigurin fekk sjálvsagt smílini fram á áskoðarum okkara, og tað er nú heldur ikki so løgið. Seinastu ferð, at vit skoraðu sjey mál í dysti í bestu deildini, var í juni mánaði í 2003, tá vit sendu KÍ norður við 7-1 tapi.

 

B36-ÍF 7-2 (4-1)

1-0: Árni Frederiksberg, 6.

2-0: Hugin Samuelsen, 8.

2-1: Hans Jákup Lervig, 18.

3-1: Brian Jakobsen, 23.

4-1: Brian Jakobsen, 32.

5-1: Erling Dáviðsson, 49.

5-2: Karl Løkin, 80.

6-2: Árni Frederiksberg, 88.

7-2: Stefan Radosavljevic, 90.

 

B36: Hans Jørgensen – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Erling Dáviðsson (Mattias W. Joensen, 59.), Alex Mellemgaard – Hugin Samuelsen, Magnus H. Jacobsen (Eli F. Nielsen, 82.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic – Brian Jakobsen (Lukasz Cieslewicz, 66.)

 

Myndasavn(Gilli Brend í Hoyvík)

 

 

Ársveitslan 2019

Ársveitslan hjá B36 verður

02 november 2019

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

------ ÚTSELT ------

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gøta

  

Víkingur - B36

Sunnudagin 20/10 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - 07Vestur

Leygardagur 19/10 - kl.11:00

  -----------------

U21

B36

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, EB/Streymur-B36 0-4?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan