Framúr dagur við Løkin
Sunnudagur, 15. september 2019 22:55

alt

Veðrið var av tí besta, og tað var úrslitið so sanniliga eisini, tá vit í dag vunnu stórsigur í oddabrakinum við Løkin

 

Tað vísti seg sum skilagóð avgerð, tá FSF gjørdi av, at ætlaði leygardagsdysturin móti NSÍ varð fluttur til sunnukvøld.

Eitt lítið lot var eftir vøllinum við Løkin, men hetta nervaði á ongan hátt spælið, sum í tempo og intensiteti veruliga var einum oddadysti virðiligt.

Heldur óvæntað hevði Jákup broytt liðið nakað, soleiðis at Hugin var á sentrala miðvøllinum saman við Eli, og í verjuni var Erling aftur, eftir at Bjarni hevur verið framúrskarandi vikarur í fleiri umfør.

Undir øllum umstøðum riggaði samansetingin, og frá fyrsta bríksli herjaðu okkara menn á móti teimum gulu.

Fyrstu løtuna var mest sum bert tað eina liðið á vøllinum, og tað var fult og heilt uppiborið, at vit komu á odda. Vit høvdu longu havt fleiri vandastøður, og hesa ferð fann neyva innleggið frá Árni ein púra blankan Michal, sum drønstútaði í netið.

Vit kendu okkum eiga brotsspark, tá Benjamin varð skumpaður inn í Tórð Thomsen ta einu ferðina, men floytan tagdi, og spakuliga vann NSÍ seg inn í dystin. Uppskriftin var fyrst og fremst at senda langt til Pól Jóhannus, men hóast einir tveir stútarar vórðu sendir nær málinum hjá okkum, so hildu vit tørn, og stutt undan steðginum fall hamarin.

Michal snaraði sær framúr væl undan trimum mótstøðumonnum, áðrenn hann sendi langt og neyvt inn um verjuna. Har var Benjamin skjótastur av øllum, og hóast vinkulin gjørdist nakað spískur, so høgdi hann bóltin undir tvørtræið, soleiðis at vit høvdu eina góðu leiðslu at fara til hálvleiks við.

Tá vit í vár vitjaðu hjá NSÍ, komu teir buldrandi út eftir steðgin, og hesa ferð var støðan nett tann sama. Verjan helt tó tørn, soleiðis at talan ikki gjørdist um teir heilt stóru møguleikarnar, og ístaðin sveiggjaði Benjamin hamaranum eina ferð afturat. Hesa ferð breyt Jónas fyrst framúr væl ígjøgnum í borðinum, men fyrsta royndin varð tó avvíst. Bólturin endaði ístaðin hjá Benjamin, og á rennváta vøllinum smekkaði hann turt og flatt móti handara stólpa, og so tóktist sigurin vísur.

Enn var nógv og hart arbeiði eftir, men trivaliga leiðslan kom ongan tíð veruliga í vanda. Ta einu ferðina hevði innskifti og sjúkudarvaði Klæmint eitt ordans drøn úr 17-18 metrum, men Hans bjargaði framúr væl, og so kom einki mál til vertirnar. Teir royndu seg framvegis við langum sendingum, men innskifti Bjarni munaði væl, tá hetta varð neyðugt, og hóast Jónas mátti av vøllinum, eftir at hann fekk ein frammaná, so stóð verjan alla tíðina stinn.

Vertirnir satsaðu heilt nógv seinastu løtuna, og fleiri ferðir var upprekk til góðar kontrastøður, sum vit tó ikki megnaðu at gera okkum dælt av. Tað gjørdi tó ikki tað stóra. Trý mál og trý stig bera við sær, at vit styrktu um oddastøðuna, nú tað resta fimm umfør av fótbóltslandskappingini í bestu mansdeildini.

 

NSÍ-B36 0-3 (0-2)

0-1: Michal Przybylski, 6.

0-2: Benjamin Heinesen, 39.

0-3: Benjamin Heinesen, 59.

 

B36: Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs (Hannes Agnarsson, 79.), Andrias Eriksen, Erling Dáviðsson, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Hugin Samuelsen (Bjarni Petersen, 55.) – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz (Stefan Radosavljevic, 70.), Árni Frederiksberg – Michal Przybylski

Gult kort: Benjamin Heinesen, Hugin Samuelsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Ársveitslan 2019

Ársveitslan hjá B36 verður

02 november 2019

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

------ ÚTSELT ------

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gøta

  

Víkingur - B36

Sunnudagin 20/10 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - 07Vestur

Leygardagur 19/10 - kl.11:00

  -----------------

U21

B36

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, EB/Streymur-B36 0-4?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan