Strævin stig
Mánadagur, 02. september 2019 08:28

Sum væntað stóð nógv á, tá Skála vitjaði okkum sunnudagin. Men enn eina ferð hildu vit fast og togaðu trý stig heim

 

Á heimavølli móti nummar seks á stigatalvuni var sjálvsagt, at vit ætlaðu okkum trý stig fyri dystin, men øll mundu vit vita av, at Skála eru truplir at spæla ímóti.

Og uppgávan gjørdist júst so trupul, sum flestu okkara óttaðust. Hóast vit byrjaðu væl og trýstu Skála heilt aftur á vøllin, so vísti tað seg gjøgnum fyrra hálvleik, at trýstið ikki veruliga gav úrslit í teimum stóru møguleikunum.

Fleiri skotroyndir og nógvar spentar støður gjørdist talan um, men so heldur ikki meira. Eina ferð fekk Michal fatur á eini langari sending, og hann fekk eisini drigið fram við málverjanum, men tá var vinkulin blivin ov spískur, og so tók royndin í stólparótina.

Skála formáddi sær lítið og einki fram eftir vøllinum undan steðginum, men tað broyttist eftir steðgin. Tað leikaði nú nógv javnari á, og um nakað, so mundi tað nú vera Skála, sum hevði eina lítla leikliga yvirvág.

Einsamalla málið, sum kom í dystinum, fall tó í okkara lut. Brian var fyrr enn verjuspælarin á einum leysum bólti, og tá tacklingin kom ov seint, peikaði Kári á Høvdanum á hvíta blettin.

Brotssparkið sendi Alex trygt í netið, og hetta vísti seg at vera kjansurin, sum vit høvdu brúk fyri.

Restina av dystinum var tað Skála, sum trýsti, og teir sendu bæði horna, fríspørk og annað innfyri, men hvørja ferð varð royndin avvíst av stinnu verjuni hjá okkum.

Seinasta løtan kendist óunnuliga lang, men tá seinasta bríkslið ljóðaði, stóð framvegis 1-0 á stigatalvuni, og tað er jú eisini nóg mikið. Tað ber við sær, at vit framvegis eru ovasta liðið á stigatalvuni, áðrenn vit um 12 dagar fara til Runavíkar á vitjan.

 

B36-Skála 1-0 (0-0)

1-0: Alex Mellemgaard (66.)

 

B36: Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski (Benjamin Heinesen, 80.), Stefan Radosavljevic (Lukasz Cieslewicz, 62.) – Brian Jacobsen (Hugin Samuelsen, 77.)

Gult kort: Brian Jakobsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan