Stungu aftur frensin
Sunnudagur, 25. august 2019 18:48

Tað kravdi ikki níggju lív, men tað var tó nær við. Á Argjum gjørdist tað mest sum óhugnaliga spennandi, men vit fingu aftur trý stig til høldar

 

Eftir at allir hinir favorittarnir greiddu sín setning, var trýst á okkum, tá Dagfonn Forná bríkslaði ígongd klokkan 17 á Argjum.

Bæði spælarar og viðhaldsfólk vistu, at trý stig var treytaleyst krav, men byrjanin kundi valla verið verri enn tað sama. Fyrstu minuttirnar vóru vit annars meira á bóltinum, men tá AB van fríspark mest sum á miðjum vølli, gjørdi Bárður Olsen tað ónda við okkum. Frísparkið varð sent argandi móti handara stólpa, og tá eingin nart bóltin, ferðast hann beina leið í síðunetið.

Næstu løtuna koyrdu vit á, og tíbetur tók tað ikki langa tíð at javna. Brian longdi langt innkast, og tá AB skallaði útfrá, kom bólturin ikki longur enn til Michal, sum pløkkaði hann dygst úti við stólpan.

Og eina løtu koyrdu vit á. Kanska ikki við teimum heilt opnu møguleikunum, men brádliga byrjaði AB at svara aftur. Kanska vóru vit spælstýrandi, men størsta møguleikan til 2-1 høvdu vertirnir, men tíbetur sendi Leivur Joensen bóltin langt uppum.

Eftir steðgin løgdu vit væl fyri. Trýstið varð treytaleyst lagt móti vertunum, og so spældi hepnið kanska sín leiklut, tá vit fingu sigursmálið. Árni kom – sum ikki einaferð – móti baklinjuni, men hesa feðr var innleggið ikki serliga neyvt. Men hálvkiksaða innleggið snýtti alt og øll. Fyrst datt bólturin niður á tvørtræið, og síðani á hælin hjá Hera Hjalt Mohr, og so var Brian mest leysur, tá hann snaraði sær á og langaði til.

Vit høvdu hópin av góðum støðum eftir hetta, men tá vit ikki tóku av, slapp AB at leggja trýst á. Onkrar spentar støður komu, men so við og við komu vit meira við aftur, og tá kundu vit avgjørt alt. Men Brian prikaði beint framvið, og Stefan sendi uppum, tá Árni frágera væl spældi hann leysan. Og so fingu nervarnir av at vita seinastu løuna.

Hans stórbjargaði ta einu ferðina, og tá Andrias tacklaði seinastu AB-royndina burtur, var leyst og liðugt. Kanska ikki alla tíðina líka pent, men 2-1 er eisini ein sigur, og hesir geva framvegis trý stig. Trý stig, sum bera við sær, at vit framvegis standa ovastir, tá hugt verður at stigatalvuni.

 

AB-B36 1-2 (1-1)

1-0: Bárður Olsen, 8.

1-1: Michal Przbylski, 17.

1-2: Brian Jakobsen, 48.

 

Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen – Árni Frederiksberg, Michal Przbylski n(Lukasz Cieslewicz), Stefan Radosavljevic, Benjamin Heinesen (Hugin Samuelsen)– Brian Jakobsen (Hannes Agnarsson)

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan