Stríddu okkum á toppin
Mikudagur, 21. august 2019 22:26

Móti KÍ í Klaksvík skuldi tað verða hart. Men enn einaferð stóðu okkara menn royndina, og so tóku vit alt við at enda

 

Á pappírinum hevur KÍ helst sterkasta hópin í landinum. Men fyri tað høvdu okkara menn ongar ætlanir um at leggja seg skerflatar, nú vit avgreiddu útsetta dystin frá í summar.Tað er hóast alt á vøllinum, at dysturin skal spælast.

Veðrið var einki summarsligt, og tað setti sjálvandi sín dám á dystin. Okkara útgangsstøði var varligt, og KÍ hevði ikki stórt annað at gera, enn at senda langar bóltar undan vindinum.

Tað er sjáldan nøkur góð uppskrift, og hóast talan var um hampuligt trýst undan steðginum, so gjørdist tað sjáldan vandamikið. Undantakið var, tá bæði Bjarni og Hans ta einu ferðina mettu bóltin skeivt, men opni møguleikin kom tíbetur somikið brádliga til Bjartalíð, at hann ikki fekk stútað bóltin í netið.

Hinvegin vístu vit eisini tenn í løtum. Besta møguleikan hevði Michal, tá Árni legði væl inn fyri úr høgru, men tann bólturin varð sendur uppum. Aðrar spentar støður vóru eisini, og tí var tað als ikki soleiðis, at nakar klaksvíkingur skuldi kenna seg róligan.

Fyrsta lítla løtan av seinna hálvleiki var helst tann, har vit høvdu størstu trupulleikarnar. Vit tóktust hava ilt við at hava meira enn tvær samanhangandi avleveringar, og eina løtu var talan um power-play á okkara hálvu. Aftur fekk KÍ ein stóran møguleika, tá vit gjørdu mistak, men hóast Hans flákraði eina løtu í brotsteiginum, so komu vit eisini undan tí støðuni.

Í aðrar mátar var einki broytt. KÍ spældi langar bóltar, men í luftrúminum var eingin omanfyri Bjarna, og so kundi tað gera tað sama, hvussu innleggini vórðu send.

Eftir hesa løtuna, fótaðu vit okkum veruliga, og sum dysturin leið, tóktist ein útisigur alt meira sannlíkur. Fleiri ferðir var talan um spentar støður, og eina ferð tóktist brotssparkið víst, tá Eli varð feldur, men onkursvegna tók dómarin floytuna úr munninum, tá øll – íroknað klaksvíkingar- væntaðu at hann fór at floyta.

Avgerandi løtan kom, tá sekundvísarin á 90. tjúgunda sinni var ávegis minuttinum. Eitt útspark frá Hans endaði við, at ein KÍ’ari nýtti hondina, tá bólturin skuldi temjast. Tað gav fríspark úr 20 metrum og so er tað jú deilliga hugaligt, at Árni er í okkara parti. Bólturin varð sendur beina kós í kassan, og so var fagnaðurin ovurstórur.

Og hann gjørdist bara enn størri. KÍ tveitti alt fram í royndunum at javna, men tá Bjarni blokkaði skotroynd, sendi hann samstundis Árni púra einsamallan avstað. Spurturin var nakað langar, men eingin fangaði Árna aftur yvir teir 70 metrarnar, og einsamallur við málverjanum legði hann tvørtur um til Stefan, sum skreiddi kúluna seinasta pettið í netið.

Úrslitið ber við sær, at vit nú standa ovastir á talvuni. Gaman í við einum dysti minni enn NSÍ og KÍ, men undir øllum umstøðum ein sera hugalig støða.

 

KÍ-B36 0-2 (0-0)

0-1: Árni Frederiksberg, 90.

0-2: Stefan Radosavljevic, 90.

 

B36: Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen – Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz (Hugin Samuelsen, 81.), Benjamin Heinesen (Stefan Radosavljevic, 68.) – Michal Przybylski (Hannes Agnarsson, 68.)

Gult kort: Magnus H. Jacobsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

B36 - ÍF

Sunnudagin 22/09 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - Skála

Sunnudagin 22/09 - kl.

  -----------------

U21

B36 - Undrið

Mánadagin 16/09 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

EBS/Skála - B36

Hósdagin 26/09 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, NSÍ-B36 0-3?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan