Stuldur í Gundadali
Leygardagur, 22. juni 2019 20:11

alt

Tað var meira enn hálvgum kriminelt, at NSÍ hevði eitt stig við sær úr dagsins dysti

 

Mangan var Tórður Thomsen okkum góður. Í Gundadali hevur hann ofta havt eina serstaka stjørnu, men tað hevði hann so avgjørt ikki í dag. Í øllum førum ikki hjá okkara áskoðarum.

Veruleikin er nevnliga, at vit spældu NSÍ sundur og saman. Ofta høvdu vit spentar støður, og tríggjar ferðir var støðan av slikum slag, at vit øll sóu bóltin í meskunum. Men somu tríggjar ferðir var NSÍ-málverjin fyri, og so kundu gestirnir ístaðin stjala sær javnleikin við einum hepnum máli í yvirtíðini.

Frá fyrsta bríksli vóru tað annars vit, sum sótu á tí mesta. Runavíkingar tóktust koma til Havnar í verjustøðu, og undan steðginum var tað rár hending, at teir somikið sum hóttu okkum.

Hinvegin høvdu vit fleiri góðar møguleikar. Tórður hevði longu stórbjargað tvær ferðir, áðrenn vit løgdu okkum á odda. Árni sendi eina framúr sending inn um verjuna, og so kom Michal einsamallur avstað. Tórður bjargaði fyrstu royndini, men Michal fekk sjálvur returin, og so var ein fult uppiborgin leiðsla komin í hús.

Vit høvdu eisini aðrar møguleikar, og beint undan steðginum rullaði ein returur frá Jónas á stólparótina, áðrenn bólturin fór út.

Ofta hava vit upplivað, at okkara lið hevur verið sum dagur og nátt undan og eftir steðgin, men soleiðis var ikki hesaferð. Vit vóru framvegis omaná, og vit skaptu støðugt støður, sum kundu økt um leiðsluna.

Nærmastur var Árni, men enn eina ferð hevði Tórður eina fantom-bjarging, og sum dysturin leið, gjørdist tað alt meira greitt, at nú ráddi um at binda fyri. Framvegis kontraðu vit tó, og bæði Jónas og Benjamin kendu seg meira enn bara hálvgum snýttar fyri brotsspark, sum ikki varð dømt.

Tað tóktist eisini at halda, og tá farið varð um teir 90 minuttirnar, vóru vit framvegis á odda. NSÍ royndi at trýsta, men teir tóktust ikki skapa nakað nevnisvert, áðrenn vanlukkan rakti. Eitt innlegg endaði við einum kiksaðum stútara, sum onkursvegna sigldi móti handara stólpa, har Johan Troest prikaði í netið.

Tað man vera langt síðani, at ein so fullkomin yvirvág ikki hevur givið úrslit í einum sigri, og vit mugu væl saktans bara taka til takkar við javnleikinum. Hinvegin vístu okkara menn, at teir so væl og virðiliga eru førir fyri at spæla við í oddinum – men tað hava vit jú alla tíðina vita. Meira av hesum – so er eingin ivi um, at nógvir sigrar koma á bók!

 

B36-NSÍ 1-1 (1-0)

1-0: Michal Przybylski, 20.

1-1: Johan Troest Davidsen, 90.

B36: Símun Rógvi Hansen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen (Bjarni Petersen, 46.), Erling Dávidsson, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Hugin Samuelsen, 71.) – Árni Fredriksberg, Lukasz Cieslewicz (Brian Jakobsen, 84.), Benjamin Heinesen – Michal Przybylski

Gult kort: Eli F. Nielsen, Alex Mellemgaard, Erling Dávidsson, Magnus H. Jacobsen, Michal Przybylski

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan