Strævin sigur við Stórá
Mánadagur, 17. juni 2019 11:04

alt

Tað gjørdist heilt strævið, men tað heilt. Við einsamalla málinum frá Lukasz Cieslewicz vunnu vit í gjár trý stig í Trongisvági

 

Vit vistu undan dystinum, at talan var um trupla uppgávu, tá vit í gjár vitjaðu við Stórá. TB er altíð ført fyri at geva mótstøðuliðunum ein skarpan gang á heimavøllinum í Trongisvági, og frá fyrsta bríksli vístu heimamenninir, at teir avgjørt ikki ætlaðu at spæla verjufótbólt á degnum.

Dysturin var rættiliga lívligur, og undan steðginum høvdu liðini eisini sínar møguleikar. Tvær ferðir vóru vertirnir í heilt góðari støðu, men fyrru ferðina rak áleyparin bóltin útav, og seinnu ferðina bjargaði Símun Rógvi fyrst, áðrenn Alex fekk sparka bóltin burtur av málstrikuni.

Í hinum endanum átti Lukasz heilt stóran møguleika, tá hann sendi flatt innlegg frá Árna framvið, og hóast vit høvdu aðrar góðar støður, so gjørdist tað sjáldan heilt vandamikið.

Eftir steðgin byrjaðu vit væl. Innskifti Fyrstu ferð, ið innskifti Benjamin nam við bóltin, sendi hann Alex avstað í vinstru, og so kundi Lukasz í tveimum atløgum avgreiða innleggið til mál.

Hetta gav okkum betri frið yvir spælið, og næstu løtuna kundu vit við eitt sindur av hepni punkterað spenningin. Tað eydnaðist tó ikki, og ístaðin át TB seg aftur inn í dystin. Teir vóru grammari í nærdystum, og tí gjørdist talan um eitt hampuligt trýst.

Nýggjur maður í málinum var Símun Rógvi Hansen, sum soleiðis fekk sín fyrsta dyst í hálvtannað ár, og hann hevði eisini sítt at gera. Serliga var tað við innleggum, at hann var tryggur, og ta einu ferðina eydnaðist tað akkurát at jústa frísparksroynd á tvørtræið.

Sum minuttirnir gingu, satsaði TB alt meira, og tvær ferðir kom Michal í góða kontrastøðu. Fyrru ferðina varð hann tó framúr væl tacklaður, og seinnu ferðina sendi Benjamin innleggið uppum. Men hetta var samstundis seinasta sparkið í dystinum, og so gjørdi tað minni.

Trý sera týðandi stig – ikki minst tí hetta var ein av teimum sigrunum, sum eru so sera truplir at fáa til høldar.

 

TB-B36 0-1 (0-0)

0-1: Lukasz Cieslewicz, 47.

 

B36: Símun Rógvi Hansen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Hugin Samuelsen, 75.), Eli F. Nielsen – Árni Fredriksberg (Gilli Samuelsen, 63.), Lukasz Cieslewicz, Michal Przybylski, Brian Jakobsen (Benjamin Heinesen, 45.)

Gult kort: Andrias Eriksen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan