Halda trýstinum
Sunnudagur, 02. juni 2019 19:52

Aftur í dag gjørdist talan um tryggan sigur, og enn sum áður halda vit trýstið á fremstu liðunum

 

Hóast vit vóru á útivølli, so vóru vit stórfavorittar undan dystinum í dag. ÍF er annar av botnproppunum í deildini, og fyrstu løtuna var eisini sjónligt, hví so er.

Bólturin var at kalla støðugt yviri á ÍF-hálvuni, og tíbetur tók tað heldur ikki so langa tíð, áðrenn vit høvdu skotið upp á 2-0.

Í báðum førum var tað Michal, sum sendi leðurkúluna í netið. Fyrru ferðina eftir at Brian hevði lagt bóltin av til hansara, og seinnu ferðina var talan um akrobatiska perlu, tá bólturin varð saksasparkaður í meskarnar.

Vit høvdu møguleikar til fleiri mál eftir hetta, men vit tóku ikki av, og so var ÍF kanska eitt lítið sindur við í dystinum eftir steðgin.

Vit høvdu framvegis yvirvág, men spælið var ikki eins gott, sum tað hevði verið undan steðginum, men vit høvdu tó ikki stórvegis trupulleikar við at koyra sigurin heim.

Fleiri ferðir var talan um góðar støður, men vit fingu tó bert tað eina málið afturat, tá Michal spældi flatt inn um verjuna til Árna, sum trygt sendi í netið.

ÍF minkaði nakað seinni, og eina løtu var tað heldur óskipað fyri okkara viðkomandi, men veruligar trupulleikar komu vit ongan tíð í. Til tess var munurin millum liðini ov stórur.

Trý stig vóru tað, sum vit komu eftir, og tað fínt at hava við í posanum, tá leiðin aftur gekk til Havnar. Nú verður landsliðssteðgur, áðrenn vit um tvær vikur fara til Stórá at takast við tvøramenn.

ÍF-B36 1-3 (0-2)

0-1: Michal Przybylski, 12.

0-2: Michal Przybylski, 14.

0-3: Árni Fredriksberg, 65.

1-3: Dánjal Pauli Højgard, 70.

B36: Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Erling Davidsson, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 73.) – Árni Fredriksberg, Lukasz Cieslewicz (Gilli Samuelsen, 78.), Michal Przybylski – Brian Jakobsen (Andrass Johansen, 59.)

Gult kort: Erling Davidsson

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

KÍ - B36

Mikudagin 21/08 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl.

  -----------------

U21

FC Hoyvík - B36

Mánadagin 19/08 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan