Upp á silvurplássið
Leygardagur, 18. mai 2019 10:04

Tað stóð á eina løtu, men samanlagt varð talan um uppibornan sigur, tá vit í gjár vitjaðu á Skála

 

Eftir at vit við sigrum á ÍF og TB fingu gongd aftur á stigasavnanina, var talan um stóra styrkisroynd, tá vit í gjár vitjaðu hjá Skála, sum veruliga hevur bitið frá sær í ár.

Erling var aftur í miðverjuni, og hann og liðfelagarnir settu seg hampuliga skjótt á dystin. Onkra ferð hevði Skála-málverjin góðar bjargingar, og tað tóktist eina mest vera ein spurningur um tíð, áðrenn vit løgdu okkum á odda, tá Skála brádliga gav okkum ein frammaná.

Frísparkið, sum varð gjørt, var av tí heldur óneyðuga slagnum, men tað legði Niels Pauli Danielsen líka í. Fyrra royndin endaði í múrinum, men tá retururin varð sendur móti málinum, smoygdi bólturin sær undir múrin og inn um nærra stólpan.

Tað tók okkum tíbetur ikki langa tíð at svara aftur. Gott uppspæl endaði við, at Lukasz kom í góða støðu í høgra borði, og skjótt samanspæl við Árna setti Benjamin upp til skot, og so var aftur javnt.

Restina av fyrra hálvleiki høvdu vit greiða yvirvág, hóast Skála ta einu ferðina var sera nær við, tá Hans bjargaði.

Vit hildu fram við sama lag eftir steðgin, men tað tók sína tíð, áðrenn vit komu framum. Brian arbeiddi allan dystin knallhart á toppinum, og tá Skála verjan ikki fekk ruddað nóg væl burtur, tók Skála-maðurin hjá okkum sakina í egnar hendur og langaði bóltin í netið.

Hetta noyddi vertirnar longur fram á vøllin, og tað hóvaði okkum bara væl. Vit skaptu fleiri góðar støður, og við bara eitt lítið sindur av neyvleika, kundu vit økt um munin, men so varð tó ikki. Ístaðin máttu vit aftur sita á nálum til seinasta bríksl, áðrenn sigurin varð staðfestur.

Tey trý stigini lyfta okkum fyribils upp á silvurplássið á talvuni. Gaman í eru onnur, sum spæla sunnudagin, men stigini verða so ikki tikin frá okkum, og sum heild tykist tað, sum hava vit veruliga fingið ferð á eftir ein lítlan niðurtúr.

 

Skála-B36 1-2 (1-1)

1-0: Niels Pauli Danielsen, 26.

1-1: Benjamin Heinesen, 29.

1-2: Brian Jakobsen, 71.

 

B36: Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Erling Dáviðsson, Alex Mellemgaard – Magnus H. Jacobsen (Hugin Samuelsen, 69.), Eli F. Nielsen – Árni Fredriksberg, Lukasz Cieslewicz (Michal Przybylski, 69.), Benjamin Heinesen – Brian Jakobsen (Gilli Samuelsen, 78.)

Gult kort: Magnus H. Jacobsen, Eli F. Nielsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

 
  Gundadalur

B36 - NSÍ

Leygardagin 22/06 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

07 Vestur - B36

Leygardagin 22/06 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ ( steypakapping )

Mikudagin 19/06 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, TB-B36 0-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan