Stigini telja
Sunnudagur, 12. mai 2019 20:26

Spælið var avgjørt ikki nakað at reypa av. Men vit vunnu, og tað var tað, sum hevði størsta týdningin

 

Í Gundadali hevur TB ofta argað okkum, og tað skuldi vísa seg, at teir eisini vóru enn vanliga drúgvir at fáa bilbukt við í dag.

Fyrsta lítla løtan gekk annars eftir vild. Vit vóru mest á bóltinum, og vit megnaðu eisini hampuliga væl at flyta kúluna skjótt runt, soleiðis at vandastøður vórðu skaptar.

Einar tvær ferðir høvdu vit eisini heilt góðar støður, og eftir góðum korteri kom hol á. Árni sendi fríspark innfyri úr høgru, og tá Brian snittaði tvørtur um málið, kom Benjamin við fullari ferð og sendi bóltin í netið.

Málið skuldi helst givið frið yvir spælið, men har var kanska ov nógvur friður. Í øllum førum steðgaðu vit fullkomuliga við at gera tey røttu tingini.

Ístaðin komu gestirnir alt meira við í spælið, og vit livdu veruliga lívið farligt. Einar tvær ferðir gjørdist støðan heilt vandamikil, men tíbetur megnaði Hans at verja fyri, tá harðast leikaði á.

Eftir steðgin gjørdist tað nakað frægari. Vit funnu ongan tíð nakað stórspæl fram, og framvegis megnaðu gestirnir at koma sær í góðar støður. Men í Andrias og Jónas høvdu vit tíbetur eitt par, sum steðgaði at kalla øllum, áðrenn tað gjørdist heilt vandamikið, og ístaðin vóru tað vit, sum høvdu størstu møguleikarnar. Brian stútaði tó á stólpan, og eina ferð megnaði Ndende akkurát at blokka drønskotið frá Michal.

Eitt 2-0 mál hevði kanska ikki verið heilt av leið, og í øllum førum hevði tað givið okkum uttan fyri vøllin frið í sálina. Men forloyasandi málið kom ikki, og tí máttu vit bíða til teir 94 minuttirnir vóru farnir, áðrenn vit kundu frøast um trý stig afturat á kontina.

Og tey kunnu vit frøast um. Vit hava havt onkrar upp- og niðurtúrar higartil, men støðutalan sigur 18 stig fyri 9 dystir, og tað er nú ikki heilt av leið. Komandi vikuskifti ræður um at byggja víðari upp á hetta, tá stór uppgáva bíðar á Skála.

 

B36-TB 1-0 (1-0)

1-0: Benjamin Heinesen, 16.

B36: Hans Jørgensen – Gilli ‘Samuelsen (Ragnar Samuelsen, 45.), Andrias Eriksen, Jónas Tór Næs, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen – Árni Fredriksberg (Andrass Johansen, 81.), Lukasz Cieslewicz (Michal Przybylski, 62.), Benjamin Heinesen – Brian Jakobsen

Gult kort: Alex Mellemgaard

 

Myndasavn(Sosialurin/Álvur Haraldsen)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

   
  Gundadaur

B36 - AB

Sunnudagin 26/05 - kl. 15.00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Leygardagin 25/05 - kl.16:30

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

EBstr/Skála - B36

Sunnudagindagin 26/05 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, Skála-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan