Trý trygg stig
Mánadagur, 06. mai 2019 21:19

ÍF megnaði ongan tíð at geva okkum stórvegis trupulleikar, og so fingu vit loksins glið á aftur

 

Eftir fýra ósigrar á rað – harav tríggjar í landskappingini – vóru vónirnar settar móti trimum stigum, tá vit í dag tóku móit uppflytarunum úr ÍF.

Og tað gekk nú eisini heilt hampuliga væl. Undan steðginum var kanska ikki tann heilt stóri munurin á liðunum. Vit vóru meira á bóltinum, og tað var eisini uppiborið, ta Lukasz legði okkum á odda, eftir at gestirnir ikki heild megnaðu at rudda eitt innlegg frá Árna burtur.

Eftir steðgin sótu vit á tí mesta. Ta einu ferðina skapti ÍF veruligan vanda, men Hans fekk akkurát jústað bóltin í stólpan, tá frísparksinnleggi varð stútað móti málinum.

Hinvegin skaptu vit ríkiligt av møguleikum til fullkomuliga at steingja dystin. Tað eydnaðist at koma upp á 2-0, tá Alex hegnisliga spældi til Lukasz, sum eins hegnisliga setta tánna á, so bólturin smeyg sær inn um stólpan, og so var alt meira ella minni gjørt.

Vit høvdu eisini møguleikar til ein størri sigur. Serliga hevði innskifti Michal tveir stórar møguleikar, men í yvirtíðini kom hann loksins á talvuna. Verjuleikari kiksaði, tá hann skuldi sparka burtur, og so endaði ein minni hurlivasi við, at bólturin kom beint til Michal, sum sendi í tóma netið.

3-0 var eitt fínt úrslit fyri okkara viðkomandi. Vit hildu málið reint, og vit fingu trý stig, soleiðis at vit nú aftur eru uppi á hestinum. Og har vilja vit eisini verða verandi.

 

B36-ÍF 3-0 (1-0)

1-0: Lukasz Cieslewicz, 24.

2-0: Lukasz Cieslewicz, 59.

3-0: Michal Przybylski, 90.

B36: Hans Jørgensen – Gilli Samuelsen, Andrias Eriksen, Jónas Tór Næs, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Andreas Thomsen, 86.)– Árni Fredriksberg, Lukasz Cieslewicz (Andrass Johansen, 80.), Benjamin Heinesen – Brian Jakobsen (Michal Przybylski, 65.)

Gult kort: Jónas Tór Næs, Brian Jakobsen, Eli F. Nielsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League


  Gundadalur

B36 - Crusaders FC

Hósdagin 18/07 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

KÍ - B36

Leygardagin 20/07 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - EBstr/Skála

Hósdagin 25/07 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan