Gongur striltið
Mikudagur, 01. mai 2019 07:29

Heldur ikki við Løkin eydnaðist okkum at fáa stig. Nú hava vit tapt tríggjar ferðir upp í slag, og sigrar mugu til, um vit vilja hanga í oddinum

 

Tað byrjaði annars alt so deiliga væl týskvøldið. Hóast runavíkingar royndu seg við einum ágangandi trýsti fyrstu løtuna av dystinum, so tóktist tað ikki, sum høvdu vit nakrar sum helst trupulleikar við at hóra undan hesum.

Tvørtur ímóti megnaðu vit eisini at spæla okkum til onkrar góðar støður, og longu eftir góðum korteri gav hetta eisini úrslit. Árni vann sær fríspark einar 5 metrar uttan fyri brotsteigin, og so bendi runavíkingurin bóltin upp um múrin og niður í nærmasta málhorni.

Frøin á okkum var sjálvandi ovurstór, og vit høvdu eisini leikliga yvirvág, tað sum eftir var av hálvleikinum. Størsta møguleikan fingu vit, tá Árni legði inn til Brian, sum tó varð blokkaður í tveimum umførum.

Vertirnir høvdu undan steðginum mest hótt, tá langar sendingar vórðu royndar móti Pól Johannus ella Klæmint, men heilt vandamikið gjørdist tað tó ongantíð fyri okkara viðkomandi.

Hetta broyttist tó eftir steðgin. Mest sum alt fyri eitt eydnaðist tað Jann Martin Mortensen at sleppa leysur í okkara brotsteigi, og so javnaði hann til 1-1. Tað gjørdi tað ikki betri, at Bjarni stutt eftir noyddist út við einum lærskaða, og eina løtu sigldi tað veruliga í verjuni hjá okkum, og høvdu runavíkingar fleiri møguleikar at økja.

Hinvegin høvdu vit eisini onkrar kjansir. Tann størsta átti Gilli, tá tað stóð 1-1, men hann var ikki nóg skjótur við avtrekkjaranum, og so spurdist einki burturúr.

Ístaðin kom NSÍ á odda, tá Pól Jóhannus fekk stýrt einum leysum bólti í meskarnar, og so máttu vit royna eitt seinasta desperat trýst. Størsti møguleikin tóktist koma, tá Michal varð hildin og togaður niður í brotsteiginum, men floytan hjá dómaranum tagdi tíverri. Og tá Michal seinni stútaði beint framvið, meðan Árni mátti síggja Tórð bjarga sína roynd, var hetta bara ikki okkara dagur – heldur ikki hesaferð.

Beint nú er bitin sjálvandi herskin, og vit halda kanska, at vit áttu betur uppiborið teir báðar seinastu dystirnar. Tað fáa vit bara ikki brúkt til so øgiliga nógv. Hinvegin er støðan ikki verri enn so, enn at vit við góðum avrikum komandi dystirnar kunnu vinna okkum aftur á tey stuttligu plássini. Næstan royndin verður longu sunnudagin, tá ÍF kemur á vitjan, og sum støðan er á talvuni, so er kravið til okkum púra treytaleyst, at trý stig skulu á kontina.

 

NSÍ-B36 2-1 (0-1)

0-1: Árni Fredriksberg, 18.

1-1: Jann Martin Mortensen, 47.

2-1: Pól Jóhannus Justinussen, 72.

 

B36: Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen (Gilli Samuelsen, 55.), Ragnar Samuelsen – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Michal Przybylski, 62.) –  Árni Fredriksberg, Lukasz Cieslewicz, Benjamin Heinesen (Andrass Johansen, 83) – Brian Jakobsen

Gult kort: Benjamin Heinesen, Gilli Samuelsen

 

Myndasavn(Sosialurin/Álvur Haraldsen)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

   
  Gundadaur

B36 - AB

Sunnudagin 26/05 - kl. 15.00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Leygardagin 25/05 - kl.16:30

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

EBstr/Skála - B36

Sunnudagindagin 26/05 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, Skála-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan