Trygt víðari
Mikudagur, 10. apríl 2019 20:49

alt

Onkra løtu var onkur lítil hvøkkur frá gestunum, men tá alt kom til alt, vunnu vit tryggan sigur á vágamonnum

 

Hóast nógvar skiftingar, so vóru vit stórfavorittar móti 07 Vestur, tá fyrsta umfarið í kappingini um Løgmanssteypið var á skránni í kvøld.

Fyrstu løtuna var eisini sjónligt, at munur er millum oddin í bestu og næst bestu deildini, og álopini skolaðu oman móti gestunum. Ikki minst hevði Gilli fleiri goðar støður, tá hann varð sendur avstað í høgru, og tað var júst eftir slíka støðu, at vit løgdu okkum á odda. Gilli legði innfyri, og sera hegnisliga fluktaði Árni bóltin í netið.

Vit høvdu nógvar møguleikar at økja, men vit høvdu eisini lyndi at fara niður í tempo, og so slapp mótstøðan upp í part. Onkran heilt stóran møguleika gjørdist talan eisini um, men Hans syrgdi fyri, at vit sluppu við hvøkkinum.

Eftir steðgin høvdu vit støðugt takið, og vágamenn formáddu sær lítið móti okkara máli. Í okkara part høvdu vit fleiri møguleikar, men hesir vórðu støðugt misnýttir, og tí var nervin fyri tað nógva í dystinum.

Árni var tó aftur maðurin, sum setti tað heila upp á pláss. Úr eini 30 metrum høgdi hann bóltin upp í nærmasta tríkant, og so var mest sum avgjørt.

Brian økti til 3-0, eftir at Benjamin sera hegnisliga setti einar 3-4 mans av, áðrenn hann sendi inn til álopsmakkaran (og hesa ferð rann Brian til okkara skýli at fegnast), og í seinastu sekundunum bleiv tað til 4-0, tá Ragnar Samuelsen stútaði horna frá Árna í kassan.

Trygt víðari, og einki býtt kort ella skaðar, og so kunnu vit neyvan krevja so nógv afturat. Longu sunnudagin er næsta uppgávan á skránni, tá særdu Víkingarnir taka ímóti okkum.

 

B36-07 Vestur 4-0 (1-0)

1-0: Árni Fredriksberg

2-0: Árni Fredriksberg

3-0: Brian Jakobsen

4-0: Ragnar Samuelsen

 

B36: Hans Jørgensen – Ragnar Samuelsen, Sveinur Lava Olsen, Bjarni Petersen, Andrias J. Thomsen – Eli F. Nielsen, Lukasz Cieslewicz – Gilli Samuelsen, Árni Fredriksberg, Andrass Thomsen – Brian Jakobsen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

 
  Gundadalur

B36 - NSÍ

Leygardagin 22/06 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

07 Vestur - B36

Leygardagin 22/06 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ ( steypakapping )

Mikudagin 19/06 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, TB-B36 0-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan