Bastu meistarunum
Sunnudagur, 07. apríl 2019 20:02

alt

Hóast heilt lið á skaðalistanum, megnaðu vit at seta 11 mans á vøllin, og tað vísti seg eisini at røkka til trý stig

 

Tað er altíð við stórum spenningi, at vit líta fram móti grannauppgerðum, men í dag vóru vánirnir kanska ikki heilt so góðar, sum tær ofta hava verið.

Orsøkin var at finna í langa skaðalistanum, sum hevur plágað okkum í vár, og skuldi tú trúgva miðlunum, so var tað kanska ein spurningur, um vit yvir høvur megnaðu at stilla upp við 11 monnum.

Tað megnaðu vit, og hesir somu ellivu vístu seg eisini meira enn bara hampuliga stinnar.

Fystu lítlu løtuna av dystinum var tað annars HB, sum sat á tí mesta. Vit fingu ikki ordiliga okkara spæl at hanga saman, og tí gjørdist talan um hampuligt trýst móti okkara máli.

Ta einu ferðina smekkaði Dan í Soylu á stólpan, men tað víst seg tó, at talan var um rangstøðu. Og eina aðru ferð varð tað heldur nervakent, áðrenn Hans onkursvegna fekk skumpað bóltin út til horna.

Sæð burtur frá hesum, so var talan ikki um teir heilt stóru møguleikarnar. Spakuliga otaðu vit okkum eisini inn í dystin, og talan gjørdist um onkrar spentar støður í HB-brotsteiginum.

Tá leiðslumálið kom, var tað tó heldur av tilvild. Árni skuldi senda innfyri, men ein reyð hon var á bóltinum, og so peikaði dómarin á hvíta blettin.

Fyri júst einum ári síaðni brendu vit tvær ferðir úr somu støðu, men hesa ferð var Alex púrasta tryggur.

Eftir steðgin settu vit okkum veruliga á dystin. Brian meddi á tvørtræið longu í fyrsta minuttinum eftir steðgin, og fleiri ferðir royndu vit at liggja framvið. Tað skuldi tó eitt verjumistak til, áðrenn vit øktu um leiðsuna.

Verjuspælari stútaði aftur til málverjan, men Brian var knappur, og so fekk hann akkurát prikað bóltin í kassan.

Og so tóktist allur ivi burtur. HB varð skert við einum manni, tá Dan í Soylu fekk sítt seinna gula fyri eina ógvusliga tackling, og Brian átti at økt til 3-0, tá Teitur onkursvegna bjargaði royndini frá leysa áleyparanum.

Ístaðin slapp HB aftur í dystin. Eyðkenda spælið við langum bóltum , har miðvøllurin verður lopin um, gav úrslit, tá dómarin metti Erling gera brotsspark, og hetta setti Adrian trygt í netið.

Hóast ein í undirtali, so megnaði HB eisini at trýsta okkum seinna partin av seinna hálvleiki, men vit horaðu undan, og uttan at skapa nakran nevniverdan møguleika, megnaðu vit hinvegin eisini at halda grannunum frá tí heilt stóra.

Trý sera kærkomin stig, og stigatalvan sigur enn sum áður, at vit hava fulla úrtøku. Tað er undir øllum umstøðum hugaligt, og so mugu vit vóna, at tað framvegis verður eins hugaligt, tá vit um eina viku skulu takast við Víking.

 

B36-HB 2-1 (1-0)

1-0: Alex Mellemgaard (br.), 39.

2-0: Brian Jakobsen, 53.

2-1: Adrian Justinussen (br.), 67.

 

B36: Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen (Ragnar Samuelsen, 65.), Erling Dáviðsson, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Bjarni Petersen –

Gilli Samuelsen (Andrass Johansen, 88.), Árni Fredriksberg, Benjamin Heinesen – Brian Jakobsen (Lukasz Cieslewicz, 72.)

Gult kort: Brian Jakobsen, Erling Dáviðsson

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

 
  Gundadalur

B36 - NSÍ

Leygardagin 22/06 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

07 Vestur - B36

Leygardagin 22/06 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ ( steypakapping )

Mikudagin 19/06 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, TB-B36 0-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan