Grannadystir í 23 ár
Sunnudagur, 07. apríl 2019 10:01

Leikskráin í dag hevur áhugaverda samrøðu við høvuðsvenjara okkara, sum í samfull 23 ár hevur verið partur av grannauppgerðum í Gundadali

 

Seinastu 23 árini hevur Jákup á Borg mest sum uttan íhald verið partur av grannadystunum millum B36 og HB. Og slagið um Havnina er nakað serligt, ásannar høvuðsvenjarin.

- Hetta er avgerandi fyri, hvør hevur rættin at brúka kjaft vikurnar eftir dystin, flennir Jákup.

- Tú vil so fegin vinna hesar dystirnar, tí vit venja sama stað og hittast so ofta. Hetta er eisini ein sannur toppdystur, tí B36 og HB mynda sum oftast toppin í føroyskum fótbólti, sigur hann.

17 ára gamal spældi Jákup sína fyrstu grannauppgerð í 1996, tá B36 tapti 4-1 fyri HB í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Á mótstøðuliðnum hendan dagin vóru millum annað Mikkjal Thomassen, Sigfríður Clementsen og Andrew av Fløtum.

- Eg minnist enn, hvussu tað kitlaði í búkinum dagarnar fyri grannadystirnar. Og tað er einki broytt, sjálvt um eg eri farin av vøllinum út á síðulinjuna. Eg eri framvegis ómetaliga spentur at spæla ímóti HB, og tað kitlar framvegis í búkinum, sigur hann.

Tá Jákup fekk sítt frambrot í føroyskum fótbólti, var B36 at meta sum lítlibeiggi í høvuðsstaðnum. Einki meistaraheitið var hildið til høldar í samfull 35 ár, og HB var sum oftast omaná í grannadystunum í Gundadali. Tað var Jákup við til at broyta.

- Tann støðan broyttist í 1996 og frameftir, minnist hann.

- Ungdómsárini vunnu vit sum oftast á HB, so okkara árgangur var vanur við tað. Komin á besta liðið undraði tað meg eisini, at teir eldru høvdu so stóra virðing fyri HB. Virðingin var so stór, at tað ávirkaði spælið og avrikið. Tað varð broytt so líðandi, at vit yngru sluppu framat, heldur Jákup, sum sjálvur spældi við HB árini frá 2004 til 2008.

Ein rúgva av minniligum og sermerktum dystum hava verið millum B36 og HB síðan aldarskiftið.

Í 2000 hevði HB beina kós ímóti meistaraheitinum, tá Allan Mørkøre kundi økja til 3-1 í næstseinasta leikumfari. Tróndur Vatnhamar bjargaði brotssparkinum, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, javnaði Egil á Bø til 2-2. Úrslitið bar við sær, at meistaraheitið fór til Vágs ístaðin. Tvey ár seinni, í 2002, var sermerkt, at B36 vann 2-1 á HB, sjálvt um bæði Arnbjørn Danielsen og Iulian Florescu vóru vístir av vølli.

Tvær ferðir hava vit vissað okkum føroyameistaraheitið ímóti HB. Í 2001, tá Heðin á Lakjuni avgjørdi dystin við flottum hálvflúktara, og í 2005, tá B36 vann 2-1. Málini skutu Allan Mørkøre og Fróði Benjaminsen. Árið eftir vann B36 heili 6-0 á HB.

Í 2017 vunnu vit okkum í steypafinaluna við níggju monnum. Gylta skotið frá Róaldi Jacobsen úr 70 metrum í longdu leiktíðini stendur framvegis rimmarfast í minnum. Og so er tað sjálvandi tann dysturin, sum Jákup minnist best.

- Tað er sjálvandi steypafinalan á Tórsvølli í fjør, sigur hann.

- Men eg minnist eisini væl seinasta landskappingardystin í 1996, tá vit vunnu 2-0, og eg skjeyt seinna málið. Tað var ein heilt serligur dystur, og tað kvøldið eftir dystin var sera festligt, sigur Jákup á Borg við sínum sermerkta brosi.

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

 
  Gundadalur

B36 - NSÍ

Leygardagin 22/06 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

07 Vestur - B36

Leygardagin 22/06 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ ( steypakapping )

Mikudagin 19/06 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, TB-B36 0-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan