Trý tepur stig
Leygardagur, 30. marts 2019 22:29

alt

Tað stóð á gomlum nøglum. Men við tveimum málum heilt móti dystareenda eydnaðis okkum at toga sigurin heim av Argjum

 

AB hevur argað okkum meira enn ta einu ferðina. Og tá vit hava vunnið, hevur talan ofta verið um teprar sigrar. Og soleiðis varð eisini í dag.

Hóast tað var bítandi kalt – og hóast tað mest sum stórkavaði í hálvleikssteðginum – vóru fótbóltslíkindini framúr góð, so eingin ivi man vera um, at tað var skilagott at framskunda dystin.

Alt fyri eitt høvdu vit tvær góðar støður, og hóast talan sum heild var um heldur varliga byrjan, so settu vit okkum alt meira á dystin. Brian var eina ferð nær við at gerast heilt leysur, men í evstu løtu fekk Heðin Stenberg tacklað, og nakað seinni hildu vit (kanska), at vit áttu brotsspark, tá sami Heðin tveitti seg niður í føturnar á sama Brian, men tað helt dómarin so ikki.

Eitt mál til okkum líkasum lúrdi í luftini, men brádliga svaraði AB aftur. Teir høvdu eina veruliga vandastøðu í øllum dystinum, men hon varð tó ruddað til horna. Bárður Olsen sendi hornasparkið innfyri, og har stútaði Sørin Samuelsen sera vakurt bóltin í netið.

Vit royndu at svara aftur, og stutt undan steðginum var Benjamin sera nær við, men úr góðari støðu rakti hann bóltin púrasta skeivt, og so spurdist ikki meira burturúr.

Tað tóktist tað heldur ikki gera eftir steðgin. Fyrstu løtuna sótu vit á tí mesta, men AB fótaði sær, og teir megnaðu eisini at hótta við kontra, sum tó ongan tíð veruliga gjørdust vandamikil. Vandamesta støðan – bókstaviliga sæð – mundi vera, tá Brian og AB-málverjin brustu saman í luftduel, og Brian varð liggjandi. Heldur í ørviti mátti framherjin av vøllinum, og uttan iva hevur hann verið á skaðastovuni til seyman í kvøld.

Minuttirnir gingu alt ov skjótt, og móti dystarenda tóktist tað, sum skuldu vit líða tí sjáldsomu lagnu at fara málleysir av vøllinum – og enntá við tapi. Men so smíltist Fortuna eina lítla løtu.

Fyrru ferðina kom uppspælið úr høgru, og tá innskifti Gilli sendi innfyri, var innskifti Andrass hægstur og stútaði sera vakurt í síðunetið.

Javnleikur var betri enn tap, og vit andaðu heldur lættari eina løtu, men so heldur ikki meira. Lítla løtu seinni sendi Árni innfyri úr høgru, og í onkrum klutri millum málverja og verjuspælara endaði bólturin brádliga hjá Benjamin, sum bara skuldi skumpa í tóma málið. Linjuverjin hevði flaggið á lofti, men eftir at hava ráðført seg við dómaran, varð mál kortini dømt, og so var fagnaðurin hjá okkum ovurstórur.

Tað einasta, sum nú var eftir, vóru seinastu eyka minuttirnir frá dómaranum, og teir megnaðu vit uttan stórvegis trupulleikar at spæla okkum ígjøgnum.

Trý stig afturat á kontina, og hóast vit hesa ferð máttu dúva eitt sindur upp á hepni, so eru tað ofta júst stig av hesum slagnum, sum muna so sera væl, tá alt skal teljast saman.

Fyribils eitur tað í øllum førum níggju stig fyri tríggjar dystir, og tað er ein so ruddiliga góðkend byrjan J

 

AB-B36 1-2 (1-0)

1-0: Sørin Samuelsen, 36.

1-1: Andrass Thomsen, 87.

1-2: Benjamin Heinesen, 89.

 

B36: Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs (Hannes Agnarsson, 81.), Andrias Eriksen, Erling Jacobsen, Alex Mellemgaard – Bjarni Petersen, Eli Falkvard Nielsen – Árni Fredriksberg, Ragnar Samuelsen (Gilli Samuelsen, 53.), Benjamin Heinesen – Brian Jakobsen (Andrass Johansen, 65.)

Gult kort: Erling Jakobsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Løgmanssteypið

  
  Gundadalur

B36 - KÍ

Mánadagin 22/04 - kl. 14:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - Skála

Leygardagin 20/04 - kl. 15:00

  -----------------

U21

AB - B36

Mánadagin 22/04 - kl. 18:00

  -----------------

Betri deildin kvinnur

KÍ - B36

Sunnudagin 28/04 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, B36-KÍ?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan