Eingin endurtøka
Sunnudagur, 17. marts 2019 19:31

Minnini frá í fjør vóru einki serlig, men hesa ferð eydnaðist okkum at toga trý uppiborin stig við úr Hólmanum á Eiði

 

Eftir teir báðar fyrstu dystirnar hava vit tveir sigrar á kontini, so byrjanin hjá okkum hevur absolutt verið góðkend.

Hesa ferð vitjaðu vit á Eiði, og aftur vóru vit nakað skerdir. Alex var við aftur eftir leikbann, men hinvegin hevur Lukasz onkrar smásnuddir, og tí byrjaði hann á beinkinum.

Ístaðin varð Ragnar fluttur niðan á framrættaða miðvøllin, og við djúpum renningum var hann maðurin, sum skapti fleiri vandastøður fyrstu løtuna av dystinum. Og tá heimamenninir royndu at ansa honum betur, gav hetta pláss til Árna og Benjamin, sum hvør í sínum lagi skaptu fleiri góðar støður.

Nakrar ferðir var eisini heilt nær við, men eftir góðum hálvum tíma eydnaðist loksins at fáa hol á. Alex sendi fríspark innfyri, og har kom ein púra blankur Brian Jakobsen og drønstútaði í netið til 1-0.

Vit høvdu eisini aðrar góðar støður til at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist tó ikki. Og havandi í huga trýstið, sum vit komu undir seinasta sunnudag, so vóru vit kanska ikki heilt álvulig í steðginum.

Tað skuldi tó vísa seg, at vit hesa ferð spældu væl í nógv meira enn trý korter. Vit vóru leikliga omaná, og tað tóktist, sum var tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit skuldu økja um leiðsluna. Eina ferð fingu tó ein ordans hvøkk, tá Høgni Midjord langaði bóltin á stólparótina, áðrenn hann rullaði tvørtur um málið, men tað var tó ikki annað enn uppiborið, tá vit øktu til 2-0. Hesa ferð var tað Árni, sum legði ein argandi bólt inn í brotsteigin, og Brian stýrdi sera hegnisliga í netið.

So hildu vit kanska, at sigurin var heima, men seinasta løtan gjørdist tó heldur nervakend. Vertirnir valdu heldur primitivu loysnina at oysa bóltar niðan, og tí gjørdist talan um nógvar spentar støður, og onkra løtu gloymdu okkara at spæla bólt. Ikki minst kom spenningur í, eftir at Poul Olsen hevði minkað, tá hann var merkiliga leysur eftir frísparksinnlegg.

Veruligar møguleikar hevði EB/Streymur tó ikki eftir hetta, og hinvegin høvdu vit onkrar góðar kontrastøður, har vit kundu sløkt streymin heilt. Tað eydnaðist tó at halda leiðsluni allan vegin á mál, og so kundu bæði spælarar og viðhaldsfólk fegnast um trý stig afturat á konto okkara. Og hóast tað gjørdist nakað spennandi við hesum indianarabóltinum seinastu løtuna, so ber illa til at siga annað enn, at stigini vóru væl og virðiliga uppiborin.

 

EB/Streymur-B36 1-2 (0-1)

0-1: Brian Jakobsen, 33.

0-2: Brian Jakobsen, 63.

1-2: Poul Olsen, 77.

B36: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Erling Dáviðsson, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Bjarni Petersen, 79.), Eli Falkvard Nielsen – Árni Fredriksberg, Ragnar Samuelsen (Gilli Samuelsen, 55.), Benjamin Heinesen – Brian Jakobsen (Andrass Johansen, 87.)

Gult kort: Magnus Holm Jakobsen, Trygvi Askham, Benjamin Heinesen, Eli Falkvard Nielsen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League


  Gundadalur

B36 - Crusaders FC

Hósdagin 18/07 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

KÍ - B36

Leygardagin 20/07 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - EBstr/Skála

Hósdagin 25/07 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan