Ein hálvleikur var (akkurát) nokk
Sunnudagur, 10. marts 2019 19:08

alt

Tey trý stigini vóru tað týdningarmesta á degnum. Men nervarnir sluppu at hanga uttan á gjøgnum allan seinna hálvleik

 

Ein góð byrjan er helvtin av arbeiðinum, verður sagt, og í so máta kunnu vit bara vera væl nøgd, eftir at okkara menn í dag byrjaðu árið við einum teprum sigri móti Skála. At vit eisini hildu málið reint, telur sjálvandi rætta vegin, so alt í alt var sunnudagurin heilt ok fyri okkara viðkomandi.

Fyrstu trý korterini var annars ikki so nógv, sum bendi á, at vit skuldu fáa teir heilt stóru trupulleikarnar við dystinum. Vit vóru snøgt sagt nógv betur, og hóast Skála royndi at skapa onkrar vandastøður eftir kontraálop, so var málið hjá okkum ongan tíð av álvara hótt.

Hinvegin hóttu vit væl og virðiliga, tá vit dugdu væl at umseta yvirvágina til góðar møguleikar. Brian var nakrar ferðir í fokus. Fyrst átti hann – fyri okkum at síggja – sólarklárt brotsspark, men dómarin lat fyrimunin valda, áðrenn hann dømdi hond ímóti Benjamin, tá hann skuldi pota í málið.

Og løtu seinni hildu vit øll, at bólturin var inni, tá okkara Skála-maður fyrst tamdi hegnisliga við bringuni, áðrenn hann meddaði bóltin upp undir tvørtræið og niður í svørðin.

Málið fingu vit tó eftir 36 minuttum. Hetta var fyrsta landskappingarmálið yvirhøvur í ár, og ivaleyst verður tað eisini standandi millum tey vakrastu.

Lukasz vann frísparkið, tá hann varð feldur stutt uttan fyri brotsteigin, og so slapp Árni at vísa, hvør dugur er í hansara sparkiførleika. Bólturin varð bendur upp um múrin, og pent sagt, so fór hann í tríkantin og inn. Ein sjáldsama vøkur frísparksperla.

Vit hildu á við ágangandi spælinum, og Skála-verjan var fleiri ferðir um ein háls. Um nakað mundu gestirnir fegnast um, at tað bert var tað eina málið á muni, tá spælararnir fóru at hvíla seg, men eftir steðgin var fullkomuliga viðvent.

Frá byrjan legði Skála nú eitt høgt trýst, og hetta tóktust okkara menn als ikki at trívast serliga væl undir.

Vit megnaðu at kalla als ikki at spæla okkum úr støðuga trýstinum, og tí fullu eitt nú Árni og Brian úr spælinum, meðan teir orangu-littu støðugt settu nýggj álop ígongd. Í Andrias og Erling áttu vit tó tveir sera stinnar miðverjarar, sum avvístu øllum fullkomuliga, og hóast stóra trýstið, so megnaði Skála faktiskt ikki at skapa ein veruligan møguleika allan seinna hálvleik.

Seinastu løtuna megnaðu vit eisini at svara aftur. Fyrst átti Gilli stóran møguleika, tá hann úr átta metrum sá málverjan bjarga royndini, og í yvirtíðini skuldi Andrass sligið sigurin fastan, tá bæði hann og Benjamin gjørdust púrasta blankir í mótálopi, men tíverri varð skeiv avgerð tikin, so tann møguleikin fór fyri skeyti.

Ístaðin fekk Skála eitt seinasta fríspark, men eisini hetta varð beint burtur av verjuni, og so kundu vit draga andan nakað lættari, tá seinasta bríkslið staðfesti, at tey trý stigini vórðu eftir í Hvítadali.

 

B36-Skála 1-0 (1-0)

1-0: Árni Fredriksberg, 37.

 

B36: Hans Jørgensen – Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Erling Dáviðsson, Ragnar Samuelsen – Magnus Holm Jacobsen (Bjarni Petersen, 76.), Eli Falkvard Nielsen – Árni Fredriksberg, Lukasz Cieslewicz (Gilli Samuelsen), Benjamin Heinesen – Brian Jakobsen (Andrass Johansen, 90.)

Gult kort: Benjamin Heinesen, Ragnar Samuelsen, Gilli Samuelsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Runavík

 

NSÍ - B36

Sunnudagin 15/09 - kl. 19.00

  -----------------

1. deild menn

B36 - Skála

Sunnudagin 22/09 - kl.

  -----------------

U21

B36 - Undrið

Mánadagin 16/09 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

EBS/Skála - B36

Hósdagin 26/09 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, NSÍ-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan