Mest skorandi á silvurplássi
Mikudagur, 26. september 2018 21:29

alt

Við einum hampuliga tryggum 2-0 sigri í útsetta dystinum móti 07 Vestur togaðu vit okkum upp á silvurplássið, sum nú er tað besta, ið vit kunnu røkka í landskappingini

 

Áskoðaratalið var allar helst metlágt fyri ein ólavsøkudyst, nú vit máttu bíða tveir mánaðir fyri at avgreiða útsetta dystin frá høgtíðini, har vit jú spældu europiskan fótbólt.

Men við 2-0 greiddu vit okkara setning, soleiðis at vit nú eru á øðrum plássi í landskappingini. Eitt pláss, sum tóktist meira enn fjart, tá farið varð undir seinasta triðingin av landskappingini.

Tá vit um vikuskiftið hølvaðu EB/Streym av, høvdu átta av teimum ellivu í byrjunaruppstillingini aldur til U21-landsliðsfótbólt. Hesa ferð var talið níggju, tí Andrias slapp at hvíla seg, og fyri hann kom Ragnar Samuelsen inn á høgra bakk, meðan Hugin Samuelsen heldur óvæntað spældi miðverji. Ein uppgáva, sum hann tó loysti heilt væl. Liðskipari var Bjarni Petersen, sum bara 20 ára gamal slapp at royna hendan leiklutin.

Á vøllinum var byrjanin ikki heilt so flúgvandi, sum hon var sunnudagin. Vit høvdu yvirvág, men tað tóktist trupult at spæla seg til veruligar møguleikar fyrstu longu løtuna.

Um miðjan hálvleikin kom tó meira ferð á, og vit høvdu fleiri heilt vandamiklar støður, áðrenn tað at enda eydnaðist at seta hol á.

Meinhard og Erlendur spældu seg ígjøgnum í høgru, og neyva innleggið frá Erlendi sendi Michal eins neyvt í síðunetið, og so høvdu vit eina leiðslu at fara til hálvleiks við.

Eftir steðgin vóru vit kanska meira kontrollerandi, men tað var eyðsæð, at okkum longdist eftir 2-0 málinum, sum kundi drepa spenningin í dystinum.

Gestirnir gjørdust ikki heilt vandamiklir, men tá teir skiftu bæði álopsessini inn seinasta hálva tíman, gjørdist tað eina løtu eitt sindur nervakent.

Hinvegin høvdu vit fleiri møguleikar at økja, men tað eydnaðist ikki, fyrr enn farið varð út um teir 90 minuttirnar. Tá fingu vit fríspark, eftir at málverjin tók afturlegging upp. Flest øll roknaðu uttan iva við, at bólturin skuldi rullast stutt til Alex, sum stóð klárur at skjóta, men ístaðin varð lagt út til Erlend, sum úr einum 10 metrum langaði bóltin flatt í netið.

So var sigurin vísur, og eins víst er tað, at vit nú eru á øðrum plássi í landskappingini. Enntá sum mest skorandi liðið í deildini.

Komandi setningurin verður í Sarpugerði, har Víkingur helst framvegis hevur eina lítla vón um europiskan fótbólt.

 

B36-07 Vestur 2-0 (1-0)

1-0: Michal Przybylzki, 38.

2-0: Erlendur Magnusson, 90.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Ragnar Samuelsen, Hugin Samuelsen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson – Gilli Samuelsen (Hannes Agnarsson, 60.), Michal Przybylzki, Benjamin Heinesen (Kaimar Saag, 69.)– Meinhard Olsen (Andrias Eriksen, 85.)

Gult kort: Ragnar Samuelsen

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Miðlahúsið)

 

 

Ársveitslan 2018

Ársveitslan hjá B36 verður

03 november 2018

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

 
   sunnudagin 21. okt  kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - týsd. 23.10 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-07 Vestur 2-0?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan