Silvurkós við unglingum
Sunnudagur, 23. september 2018 19:56

Triði sigurin á rað varð fingin til høldar, tá vit við blaðungum liði vunnu stórsigur móti EB/Streymi

 

 

FM-gullið hjá HB var longu staðfest, tá okkara dystur byrjaði, og sjálvandi nýttu vit høvi til at ynskja grannunum til lukku við suverena gullinum.

Tað høvdu vit tó stórvegis tíð at hugsa um, nú vit hava vunnið okkum aftur í góða støðu, tá talan er um møguleika fyri heiðursmerkjum í ár.

Men tað var við einum sera ungum liði, at vit í dag fóru undir setningin. Av teimum ellivu, sum Jákup á Borg hevði sent á vøllin, vóru tað bert tríggir, sum ikki hava aldur at spæla á U21-landsliði. Teir tríggir vóru Andrias, Eli og Alex, sum so høvdu eina rúgvu av blaðungum spælarum at renna fyri seg.

Millum annað vóru tvíburarnir, Gilli og Hugin í høgru síðu, og teir nýttu ikki langa tíð um at prógva seg. Dysturin var bara tríggjar minuttir gamal, tá Gilli streyk avstað í høgru, og so kundi Hugin senda flata innleggið yvir móti stólparótini.

Og tað var sonn veitsla fyrstu minuttirnar. Hugin var aftur upp á spæl, tá Benjamin stýrdi innleggi úr høgru í kassan, og lítla løtu seinni var Hugin aftur á máltalvuni, tá hann revsaði mistak frá gesta-málverjanum.

So var alt líka sum avgjørt, longu áðrenn tað byrjaði, og tað merkti eisini intensitetin í dystinum. Michal økti til 4-0 við fínum skoti, áðrenn Gestur minkaði um munin fyri gestirnar.

Eftir steðgin skaptu vit hópin av møguleikum, og við størri neyvleika kundi sigurin tað sama verið tvísiffraður. Tað gjørdist tó bert talan um eitt mál afturat, tá Meinhard beindi innlegg frá Alex í meskarnar, og so kundu vit fegnast um, at vit nú sjálvi kunnu gera av, um silvurmerkini skulu í okkara lut um ein mánað.

Fyrsti setningurin verður longu mikukvøldið, tá útsetti ólavsøkudysturin móti 07 Vestur skal avgreiðast.

 

B36-EB/Streymur 5-1 (4-0)

1-0: Hugin Samuelsen, 4.

2-0: Benjamin Heinesen, 7.

3-0: Hugin Samuelsen, 11.

4-0: Michal Przybylzki, 30.

4-1: Gestur B. Dam, 32.

5-1: Meinhard E. Olsen, 79.

 

Rói Mørk Hentze – Gilli Samuelsen, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen (Robert Heðin Brockie, 74.), Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen (Ragnar Samuelsen, 68.), Erlendur Magnusson – Hugin Samuelsen (Kaimar Saag, 60.), Michal Przybylzki, Benjamin Heinesen (Meinhard E. Olsen)

Gult kort: Erlendur Magnusson

 

Ársveitslan 2018

Ársveitslan hjá B36 verður

03 november 2018

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

 
   sunnudagin 21. okt  kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - týsd. 23.10 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-07 Vestur 2-0?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan