Klintra nærri
Sunnudagur, 16. september 2018 18:04

alt

Talan gjørdist um kravda sigurin, tá vit í dag vitjaðu í Sørvági, og eru vit aftur partur av heiðursmerkjastríðnum

 

Tað tók sína tíð, áðrenn vit veruliga fingu hol á, tá vit í dag vitjaðu á Dungasandi.

Undan steðginum vóru tað vit, sum sótu á tí mesta, men tað tóktist, sum høvdu vit ilt við at spæla okkum til teir heilt opnu møguleikarnar.

Hetta broyttist tó eftir steðgin. Vit løgdu bragdliga fyri, og eftir átta minuttum fekk Michal onkrusvegna skumpað bóltin inn eftir hornasparksstøðu.

So sótu vit á tí mesta, og so kundi Gilli Samuelsen vísa, at hann sanniliga er við dystinum um pláss á liðnum. Gilli var í fyrru kappingarhálvu læntur til júst 07 Vestur, har hann skeyt fleiri mál, men hann hevur ikki veruliga bitið seg fastan, eftir at hann í summar kom aftur til okkara.

Í dag byrjaði hann tó millum teir fyrstu ellivu, og við tveimum málum takkaði hann fyri álitið, áðrenn danski Sonny Jakobsen móti dystarenda minkaði um munin.

Tá var tað heila tó avgjørt, og við úrslitinum halda vit fast um møguleikan fyri heiðursmerkjum. Tá bæði KÍ og NSÍ samstundis taptu sínar dystir í dag, hava vit nú enn betri møguleika at taka okkum upp á stuttligu plássini.

 

07 Vestur-B36 1-3 (0-0)

0-1: Michal Przybylski, 53.

0-2: Gilli Samuelsen, 75.

0-3: Gilli Samuelsen, 82.

1-3: Sonny Jakobsen, 86.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Ragnar Samuelsen, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard (Bjarni Petersen, 77.) – Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson – Gilli Samuelsen, Michal Przybylski, Meinhardt E. Olsen – Kaimar Saaag (Heini í Skorini, 88.)

Gult kort: Ragnar Samuelsen, Gilli Samuelsen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan