Renna eftir heiðursmerkjum
Sunnudagur, 02. september 2018 20:12

Við fínum útisigri í Runavík vístu okkara menn eingi tekin um timburmenn, nú endaspurturin í landskappingini er farin ígongd

 

Við skaðum og leikbannum, umframt staðfestingina frá hagtølunum um, at steypavinnarar altíð hava tað trupult næsta dystin eftir finaluna, vóru útlitini fyri einum góðum úrsliti í Runavík kanska ikki av teimum allarbestu. Ja, tíðindaportalurin, in.fo, staðfesti enntá í síni upptakt, at B36 fór við unglingaliði til Løkin.

Heilt so galið var tað nú ikki, men tað var eitt skert lið, sum fór avstað, og eitt nú sóu vit Hugin Samuelsen og Ragnar Samuelsen í byrjunaruppstillingini.

Hetta nervaði tó ikki liðið. B36 var frá byrjan væl við í dystinum, og um nakað, so vóru vit kanska betri parturin. Erlendur fekk hampuliga tíðliga góðan møguleika at leggja okkum á odda, men ta ferðina bjargaði Tórður royndini. Runavíkingar høvdu eisini sín góða møguleika, men tíbetur sendi Árni bóltin á træverkið.

Alt bendi á málleysan fyrra hálvleik, tá Odmar brádliga tók sakina í egnar hendur. Hann setti ferð á niðaneftir, og tá spælt varð upp í vinstru, helt Odmar bara fram við at renna, og so kundi hann stýra flata innlegginum frá Alex í netið.

Stutt eftir steðgin øktu vit til 2-0. Hesa ferð kom uppspælið í høgru, og tá Kaimar stútaði á stólpan, var Hannes fyrstur á returinum.

Tað eydnaðist vertunum at javna, tá Øssur Dalbúð stútaði horna í kassan, og seinastu løtuna vóru vit undir stórum trýsti. Vit megnaðu tó eisini at hótta, og meðan Gilli hevði stóran møguleika, sum varð sendur uppum, so átti Mihai størsta møguleikan av øllum, tá hann í yvirtíðini sendi brotsspark upp um málið. Hetta kostaði tó einki, og so vóru tað vit, sum kundu fegnast um sigur og trý stig, tá Lars bríkslaði dystin av.

Fyrst og fremst vísti sigurin, at vit enn eiga svangar spælarar, hóast steypagullið longu hevur tryggjað málsetningin um europiskan fótbólt í 2019. Hartil ber sigurin við sær, at vit nú av álvara eru um at gerast partur av stríðnum um silvur- og bronsukrónurnar aftan fyri komandi meistararnar úr HB.

 

NSÍ-B36 1-2 (0-1)

0-1: Odmar Færø, 45.

0-2: Hannes Agnarsson, 54.

1-2: Øssur Dalbúð, 80.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Ragnar Samuelsen, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Andrias Eriksen (Hannes Agnarsson, 52.) – Hugin Samuelsen (Róaldur Jakobsen, 75.), Erlendur Magnusson, Michal Przybylski, Kaimar Saag (Gilli Samuelsen, 61.)

Gult kort: Erlendur Magnusson, Michal Przybylski

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan