Hatta bar ikki til
Sunnudagur, 26. august 2018 20:59

alt

Enn eina ferð gjørdu okkara spælarar tað ógjørliga. Níggju móti ellivu stríddu vit okkum fram til brotsspørkini, og so var eingin ivi um, hvør vinnarin skuldi verða

 

“And we'll keep on fighting to the end”

Sjáldan hava tónarnir frá Freddy Mercury verið meira hóskandi enn tað sama. B36 vann ikki bara finaluna um løgmanssteypið. Annað árið á rað máttu vit stríðast níggju móti eliivu ímóti HB, og annað árið á rað stóðu vit eftir sum vinnarar.

 

Tað var av sonnum lagt upp til eitt brak, tá liðini stillaðu seg klár úti á vøllinum.

Tórsvøllur var stúgvandi fullur, og frá fyrsta bríksli løgdu áskoðararnir – serliga okkara – nógv fyri í royndini at stuðla sínum liði.

Á vøllinum høvdu vit eisini yvirtakið. Talan varð sjáldan um tað poleraða spælið, og opnu møguleikarnir vóru fáir, men tað spælið, sum var, áttu vit. HB hevði hinvegin besta møguleikan, tá einasta hornasparkið hjá teimum í fyrra hálvleiki endaði við, at Benjamin bjargaði á málstrikuni.

HB var rárur gestur í okkara brotsteigi, og tí var kenslan eisini góð, tá farið varð til hálvleiks. Men tað skuldi vísa seg, at nústaðni nú byrjaði enn ein ógloymandi kapittul í B36-søguni.

Seinni hálvleikur var ikki meira enn 10 minuttir gamal, tá HB tók fyrsta stikkið. Álopið tóktist annars brotið, tá Odmar tacklaði, men Tróndur Jensen langaði til, og so smoygdi bólturin sær dygst inn um stólparótina.

Hetta tók tó ikki mótið frá okkum, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn javnvág aftur var í. Kaimar verður hvønn dyst hildin av beinleiðis mótleikara sínum, og soleiðis var eisini hesaferð. Júst í brotssparksstøðuni var tó ilt at síggja, at HB-verjan brúkti armarnar heilt nógv, men tað legði dómarin einki í, tá hann peikaði á brotssparkblettin. Odmar vísti seg sum sannan skipara, tá hann tók bóltin og hamraði eitt flatt skot inn um Teit Gestsson, sum hevði hondina á, men sum tó ongan møguleika hevði at halda skotinum.

So vóru vit ávegis, men tað tók bara tríggjar minuttir, áðrenn vit aftur fingu ein frammaná. Hesa ferð var tað Adrian, sum enn eina ferð vísti framúr sparkiteknikk, tá hann úr 30 metrum høgdi fríspark beinleiðis í kassan.

Tað gjørdist truplari og truplari, og tíðin tóktist renna undan hjá okkum. Bjarni hevði gult kort, og hann lenaði seg kanska móti tí næsta av slagnum, tá Jákup valdi at senda Robert Heðin inn ístaðin. Men tað vardi nú ikki serliga leingi. Tá bólturin skuldi stútast burtur, gleið Robert Heðin, og tá hann togaði HB-spælaran, sum ætlaði sær avstað, metti dómarin, at hetta var til reytt kort. Rættiliga hart dømt, men hetta tóktist – enn einaferð – ikki at vera dagurin, har marginalarnir skuldu í okkara part. At eitt fantastiskt raid frá Odmar endaði við, at Teitur bjargaði støðuni, gjørdi ikki útlitini betur.

Og tað gjrdist ikki betur, tá vit komu til teir fýra minuttirnar, sum dómarin hevði lagt afturat. Hesa ferð kom rok í, tá Símun Samuelsen hevði gloymt, at hann var útskiftur, og so endaði alt við reyðum til Benjamin, meðan einir 2-3 reyðir mans venaðu seg í royndini at toga seinasu minuttirnar úr dystinum.

Men tað kom teimum aftur um brekku. Sjónleikurin fekk dómaran at leggja tveir minuttir afturat teimum fýra, og tá klokkan vísti 95.40 hendi undrið.

Vit vunnu hornaspark, og alt varð tveitt fram. Við handara stólpa stóð Hannes brádliga væl fyri, og umvegis eitt HB-bein sigldi bólturin í meskarnar.

So var aftur javnt. Gaman í vóru vit tveir mans í undirtali, men tað hava vit roynt fyrr, og uppskriftin riggaði fult so væl hesa ferð.

Eina ferð í allar 30 minuttirnar, sum umdysturin vardi, hótti HB, men tá brast bólturin røttu megin stólpan. Í aðrar mátar var talan einvíst um innlegg, sum Odmar og Eli vístu frá sær. Hóast tveir mans í undirtali, so vóru tað vit, sum vóru oman á sálarliga, og rómurin var øgiligur, tá dómarin blásti og segði, at nú skuldi alt avgerast við brotsspørkum.

Eingin í hvítu leguni tóktist vera í iva um, at vit skuldu vinna hetta seinasta pettið, og tað vísti seg eisini at halda. Rói bjargaði triða skotinum frá HB, og tá Odmar, Alex, Meinhard og Erlendur allir greiddu sína skyldu, var alt upp til Róald – hvønn annan – at gera av, um vit skuldu hava steypið. Og sjálvandi greiddi Róaldur sína skyldu.

Fagnaðurin var ovurstórur. Fólk hálsfevndust, meðan bíðað varð eftir steypahandananini, og ikki eitt eyga var turt, tá Jákup og spælararnir fingu FSF at sløkkja tónarnar frá Queen, so tiltikna “Uh-Alé” kundu koyrast ígjøgnum. Hesa ferð við undirtøku frá oman fyri 1.000 hvíttkløddum áskoðarum.

Løgmanssteypið er aftur at síggja B36-húsinum, og dysturin hesa ferð fer í søgubøkurnar sum ein tann mest dramatiska finalan nakran tíð her á landi.

 

B36-HB 2-2 (0-0)
7-6 eftir longda leiktíð og brotsspørk

0-1: Tróndur Jensen, 56.

1-1: Odmar Færø (br.), 60.

1-2: Adrian Justinussen, 63.

2-2: Hannes Agnarsson, 90+6.

Brotsspørk:

2-3: Lasse Andersen

3-3: Odmar Færø

3-4: Magnus Egilsson

4-4: Alex Mellemgaard

4-4: John Frederiksen brennur

5-4: Meinhard E. Olsen

5-5: Adrian Justinussen

6-5: Erlendur Magnusson

6-6: Dan í Soylu

7-6: Róaldur Jakobsen

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Miðlahúsið)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan