Hildu ikki ferðina
Sunnudagur, 19. august 2018 16:55

alt

Hóast AB vann sær leiðsluna við einum perlumáli, so áttu vit at fingið størri nyttu burtur úr fyrra hálvleiki. Eftir steðgin hildu vit ikki leikferðina, og heldur ikki hesa ferð høvdu vit marginalarnar í okkara parti

 

Vónbrotið var stórt, tá Alex Troleist bríkslaði fyri seinastu ferð á Argjum í dag. Við 1-1 javnleikinum spældu vit fyri triðju út av seinastu fýra ferðunum javnleik. Og hvørja ferð av hesum trimum hevur talan verið um dyst móti einum liði, har vit eiga at roknast sum greiðir favorittar.

Fyrstu løtuna av dystinum var tó lítið, sum bendi á, at vit skuldu standa vónbrotnir eftir. Álopini skolaðu oman móti AB-málinum, men hóast hópin av góðum støðum, so fingu vit ikki hol á.

Ímóti spælbýtinum var tað ístaðin AB, sum legði seg á odda. Odmar spældi ikki serliga væl burtur úr verjuni, og so langaði Bjarki Nielsen drønandi langskot undan lotinum.

Tað tók okkum tó ikki langa tíð at javna. Erlendur hevði longu havt tvær góðar royndir, og tá triði møguleikin beyðst, tók hann av, eftir at luftbóltur datt til vinstra beinið hjá miðvallaranum.

Og so koyrdi hálvleikurin annars eftir sama leisti. Vit høvdu ferð og góðar støður, men tað striltið at skapa opna møguleikan. AB var hinvegin nær við at revsa okkum ta einu ferðina, men Rói var sum køtturin, tá bólturin varð sparkaður hart og flatt innfyri.

Eftir steðgin ráddi um at halda ferðina, men hetta megnaðu vit í ov lítlan mun. Fyri tað nógva gjørdist talan um tannleyst trýst undan vindinum, og støðugt lúrdi vandin fyri kontrastøðum, tá AB royndi at dúva upp á umstillingar.

Nærmast við var Alex, tá hann sendi fríspark á innsíðuna av samankomingini, men bólturin støkk akkurát skeiva vegin og út aftur í spæl. Meinhard var nær við eftir stútara, men so hvørt sum minuttirnir gingu, gjørdist talan um meira tannleyst trýst.

Vit hildu okkum tó hava fingið avgerandi møguleikn, tá Benjamin fekk sent Meinhard avstað. Meinhard høgdi eisini bóltin upp undir nettakið úr hampulia spískum, men linjuverjin hevði flaggið á lofti. Ein avgerð, sum avgjørt ikki hóvaði okkum, og so kunnu vit aftur tosað um ljótar marginalar.

Seinasta løtan høvdu vit eina røð av hornaspørkum og innkøstum, men úrslitið varð hitt sama. Javnleikur stóð eisini á talvuni, og tað kunnu vit bara iðra okkum um. Ikki minst, nú Víkingur snávaði, men um ikki annað merkir tað so, at tað er eitt stig minni upp á týdningarmikla fjórða plássið.

 

AB-B36 1-1 (1-1)

1-0: Bjarki C. Nielsen, 23.

1-1: Erlendur Magnusson, 26.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Andrias Eriksen, Odmar Færø, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen (Róaldur Jakobsen, 78.), Erlendur Magnusson (Robert Heðin Brockie, 58.) – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Michal Przybylski – Kaimar Saag (Hugin Samuelsen, 58.)

Gult kort: Odmar Færø, Andrias Eriksen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin


    sunnudagin 23. sept kl. 17:15

  -----------------

2. deild menn

 B36 - Víkingur - leygard. 22.09 kl.17:00

  -----------------

U21 dreingir

 B36 - EB/Str -  sunnud 23.09 kl. 19:00

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 -HB - sunnud. 23.09 kl.12:30

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, NSÍ-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan